Skip to main content

Jesper Christensen í Føroyum


Mikudagin 27. februar verður víðagitni filmsleikarin Jesper Christensen í Føroyum við filminum Før frosten.  Spildurnýggi filmurin, sum er ein lagnusøga úr miðjari 19. øld, er partur av filmfestivalinum TÓFF, sum Norðurlandahúsið, Filmshúsið, Filmsfelagið, Klippfisk, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj og Føroysk filmsfólk skipa fyri. Høvuðsleikarin, Jesper Christensen, og konan Tove verða til staðar.


Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer eftir sýningina at práta við Jesper um hansara virksemi sum filmsleikari, og at seta hon spurningar, sum eisini kunnu koma úr biografsalinum.


Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í Barbara, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur høvuðsleiklutin í nýggja danska filminum Før frosten. Fyri avrikið hevur hann longu vunnið virðislønir í Chicago og Tokyo sum besti leikari. Í filminum er hann bóndin Jens, sum undir kørgum umstøðum og av berari armóð ger avtalu um jørð og dóttur við grannan, so tey kunnu breyðføða seg, nú veturin stendur fyri durum. Í náðileysa stættarsamfelagnum ger prestur ikki støðuna betri, tá hann flytur tey longur aftur at sita í kirkjuni. Men tá ein múgvandi góðseigari kemur úr Svøríki, sær Jens ein nýggjan møguleika at gera eina enn betri giftu innan frostið setur í jørðina. Clara Rosager er dótturin, Ghita Nørby er mamman og Magnus Krepper er góðseigarin í fimta spælifilminum hjá Michael Noer, sum vísur okkum, hvussu langt ein faðir vil ganga at bjarga børnunum.


Før frosten - ein lagnusøga úr miðjari 19. øld - verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 27. februar kl 19:30.