Norðurlendski Filmsgrunnurin, sum heldur til í Oslo og umframt at fíggja film, eisini umsitur norðurlendsku Filmsvirðislønina, kunngerð av filmstevnuni í Haugesund í dag, hvørjir fimm filmar eru við í kappingini at verða kosin besti filmur her á leiðum. Ja, kapping sigi eg, tí at hetta er ein kapping um at fáa virðislønina, sum er 350.000 danskar krónur og tað sjónligheit, sum bæði tilnevning og vinnarastøðan førir við sær á heimliga og altjóða filmsmarknaðinum.
Norðurlendska Filmsvirðislønin varð fyrstu ferð roynd í 2002 tá Norðurlandaráðið fylti 50 ár. Virðislønin gjørdist permanent í 2005 og verður handaða eins og hinar virðislønirnar.
Í vár ringdi ein donsk kanningarstova og spurdi, um eg kundi svara eini rúgvu av spurningum í ein hálvan tíma ella so, tí ætlanin var at fara undir enn eina norðurlendska virðisløn eftir sama mynstri sum hinar. Ætlaða virðislønin skal heiðra sjónvarpssendingum.
Síðan eg í fjør sá svenska uppskotið at vinna norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár, eri eg púra bitin av honum, tað er filminum Korparna (Ravnarnir), sum svenski pressufotografurin Jens Assur hevur leikstjórnað. Framúr søga og ikki minni framúr estetiskt verk av einum hóttafalsraktum bóndagarði í sjeytiárunum og so bonsku viðurskiftini millum bóndan og sonin. Tí seti eg bara myndir úr tí filminum inn í henda blogg.
Norðurlendsku filmarnir eru annars kunngjørdir í hesi røð:
Úr Danmark: Vinterbrødre (Hlynur Pálmason)
Úr Finnlandi: Armomurhaaja (Euthanizer - Teemu Nikki)
Úr Íslandi: Kona fer í stríð (Benedikt Erlingsson)
Úr Noregi: Thelma (Joachim Trier)
Úr Svøríki: Korparna (Jens Assur)
Skal eg geva eina logiska meting, sum ikki knýtir seg at teim kenslum, sum Korparna útloysti, men heldur knýtur seg at kalkulerandi marknaði og hard core umtalu, so er Joachim Trier klárt á odda við filminum Thelma. Ikki tí, tað er ein frálíkur filmur, men tann filmur, ið hevur nomið meg mest, er svenski Korparna. Filmur er sum at fara í bað, brúsubað. Óvardur trýnur tú inn og verður raktur av øllum strálum, heitum og køldum, væntaðum og óvæntaðum, hørðum og bleytum, til liðugt er. So trýnur tú út aftur, reinvaskaður.