Skip to main content

Posts

Showing posts with the label sjónleikur

Eyðun áttati

Undir yvirskriftini Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini boðar forlagið Sprotin frá nýggjari bókaútgávu hóskvøldið, nú leikstjórin Eyðun Johannessen verður 80 ár leygardagin hin 28. apríl. Omanfyri havi eg avmyndað Eyðun í Reinsarínum fyrsta sunnudag í advent í fjør, dagin eftir at Carl Johan Jensen fylti 60, og sama forlag legði fram nýggjastu bókina  Sær, ein fuglabók av gloymsku . Tveir dagar undan føðingardegnum hjá Eyðuni, hóskvøldið tann 26. apríl kl 21, verður nýggja bókin, sum hevur fingið heitið Míni leikapetti , løgd fram í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ikki er ringt at gita, hvat fyrsta orðið er í kapitlinum Reyða húsið , sum kann lesast her . Giti nú. Livandi permuna eigur Tórbjørn Olsen. Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listal

Alt var betri fyrr - nú er tað ein banki!

Alt var betri fyrr er heitið á aktuella satirusjovinum hjá Pipari og Salt, alias Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale og Kim Hansen, tónleikara. Starvsfelagin Rói, sum er skjótur at svara aftur, sigur turt konstaterandi: "Og í dag er tað bara ein banki!" Betri verður tað neyvan. Hóskvøldið 22. mars sá eg Pipar & Salt Alt var betri fyrr í Norðurlandahúsinum. Fult hús eins og til hinar sýningarnar, so útvið 10.000 fólk hava sæð sjáldsama satirusjovið. Tær báðar Rebekka, sum er praktikantur og sæst til vinstru í útvarpsgongini niðanfyri, og Rebekka, sum hevði lagt til rættis, høvdu sett Pipar og Salt á skránna í morgunsendingini hjá Útvarpinum í dag . Rudolf Joensen, Kaldbakslærarin og ein av meir enn túsund klaksvíkingum í Havn, sum hann sjálvur sigur, og eg sum ummælandi bloggari, vóru bodnir at ummæla og skifta orð um sjovið. Fyrsta uppgáva frá Rebekkunum í sendistovuni var at taka samanum, hvat riggaði serliga væl og hvat riggaði minni væl. Helt sjálvur, at besta við

Kompaktur tónleikasjónleikur

Leygarkvøldið varð Dagbókin hjá Leporello framførd á Tjóðpallinum í Havn. Nýtýdda verkið byggir á eina nýtulking av Don Giovanni, Don Juan, hjá Mozart frá 1787. 220 ár seinni skrivaði týski Fabian Dobler, sum í hesum døgum eisini er kapellmeistari í Havn, Leporellos Tagebücher . Uppaftur 10 ár seinni er føroyska týðingin veruleiki. Nú syngur yvirstættin italskt og hini føroyskt. Ein spennandi snaring. Hetta er intimteatur í hálvanannan tíma í skapi av kamaroperu við seks tónleikarum, seks sjónleikarum og seks mansrøddum. Tveir útlendingar, áðurnevndi týskari Fabian Dobler og amerikanarin Douglas Yates, hava verið sangvenjarar, saman við Ernst Sondum Dalsgarð. Søgugongdin er samanskrivað og broytt til hetta høvið. Í hølunum á stjóranum , sum forførarin Don Giovanni verður róptur, gongur reiðiligi tænarin Leporello, ið førir dagbók, og á føroyskum leiðir okkum gjøgnum hendingarnar. - Hann er sum ein trúfastur hundur, ið meir enn so tekur sær okkurt beinið frá stjóranum,

Sjónleikur beint í gronina

Leygarkvøldið var frumsýning fyri fullum húsum á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð. Hetta er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður úr veruliga lívinum. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók  Um bara hann sló meg.  Tvær av hesum frásagnunum eru tiknar við, og søgan, sum maðurin í leikinum ÓMEGD sigur frá, byggir á grein í íslendska blaðnum  Stundin  frá desember í 2015. Hetta er leikverk nummar 43 á tjóðpallinum, grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin, sum Hansina Iversen hevur staðið fyri, er eins strong og stringent - seks hvítir krakkar, og eitt teppi eftir miðgólvinum, sum fer upp eftir endavegginum, íð verður lørift, sum kastar tað aftur, ið verður lýst á tað.

Ómegd á Tjóðpallinum

Tað verður fyri fullum húsum, tá Tjóðpallurin leygarkvøldið 9. september klokkan 19 byrjar veturin við 43. leikverki, ið hevur fingið heitið Ómegd . Grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin er at síggja til eins strong og stringent. Hansina Iversen hevur staðið fyri pallmyndini. Ómegd er ein nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen, ið byggir á veruligu søgurnar hjá tveimum kvinnum og einum manni, um tíðina í einum harðskapsraktum parlagi og um, hvussu tey funnu vegin út. Soleiðis skrivar Tjóðpallurin á Instagram . Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð. Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at leikurin er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók Um bara hann sló meg . Tvær a

Familjan, sum ikki riggar

Ummæli Elektra, Sosialurin 30. januar í 2017 Foto: Heinesen Myndir Familjan, sum ikki riggar, dysfunktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Abstrakt og tó einfalt. Frá føroyskum leikum í fjør, boðar Tjóðpallurin nú frá, at tey hava leitað til vøgguna hjá leiklistini. Til griksku tragediuna Elektra. - Møguliga kunnu vit skilja nútíðina gjøgnum fortíðina, sigur Jenny C. Petersen í fororðunum í snøggu prentaðu skránni, sum eisini vísur okkum torskildu ættina hjá Elektru og alt tað, sum er farið fram, tá søgan tekur við. Frumsýning var leygarkvøldið og eg sá leikin sunnukvøldið kl 18. Leikararnir og tøknin Leikurin Elektra verður borin í felag av øllum leikarunum, har tøknin ikki er hin minsti. Høvuðsleikari sum Elektra, ið syrgir dripna pápan, er Gunnvá Zacharisen, sum er lágmælt, friðarlig og syrgin, hóast hon brennur eftir hevnd. Tá ein løta er farin er ræddarlegan góð, men eftir Hans Tórgarð, sum er fyrstur á pallin, skalt tú ký

Havsins óendaligi poesiur

Ummæli: Havfrúgvin er ein fjøltáttaður dreymaleikur, sum við briljerandi tøkni knýtir Havnina og Klaksvík saman í kjøti og blóði, hóast støð ikki verða nevnd. Við fyndiga machopenninum hjá Jóanesi Nielsen verða vit førd inn í hugaheimin hjá hansara alter ego, Hjálmari Dam, ið er kryplaði sjómaðurin Olivar, sum hevur byrgt seg inni við turrløgdum kvinnudreymum og hevur valt at síggja verðina í egnari filmsgerð Foto: Heinesen Myndir Mentanarjournalistikkur hevur aldri havt góð kor í føroyskari pressu. Men í førinum Havfrúgvin hevur Tjóðpallurin í samstarvi við Miðlahúsið valt at viðgera aktuella leikin undan, meðan og eftir at hann hevur verið á palli fyrstu ferð. Miðlatekniskt er tað mest fulkomna ætlan at fremja mentanarligan journalistikk, eg havi varnast. Fyritøkan Savna stóð fyri marknaðarføringini. Marknaðarføring Undan sýningini hava marknaðarátøk tryggjað leikinum framúr sjónligheit, fyrst við eini effektivt snøggari plakat, ið brúkar gula litin á Tjóðleikhúsinum, og