Skip to main content

Eyðun áttati


Undir yvirskriftini Tey eru tey, ið flyta stik á lívsleiðini boðar forlagið Sprotin frá nýggjari bókaútgávu hóskvøldið, nú leikstjórin Eyðun Johannessen verður 80 ár leygardagin hin 28. apríl. Omanfyri havi eg avmyndað Eyðun í Reinsarínum fyrsta sunnudag í advent í fjør, dagin eftir at Carl Johan Jensen fylti 60, og sama forlag legði fram nýggjastu bókina Sær, ein fuglabók av gloymsku. Tveir dagar undan føðingardegnum hjá Eyðuni, hóskvøldið tann 26. apríl kl 21, verður nýggja bókin, sum hevur fingið heitið Míni leikapetti, løgd fram í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ikki er ringt at gita, hvat fyrsta orðið er í kapitlinum Reyða húsið, sum kann lesast her. Giti nú. Livandi permuna eigur Tórbjørn Olsen.


Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins.



Forlagið Sprotin sigur í tíðindaskrivi í dag, at tey nú leggja fram eina bók, sum í brotum lýsir lívið hjá manninum, ið legði lunnar undir nýggjan føroyskan sjónleik. Forlagið sigur eisini, at nýggja bókin Míni leikapetti er fyrsta føroyska sjónleikarasøgan í brotum. - Hesir báðir tættir hanga saman sum krókur og lykkja, so væl bregdaðir saman, at tú fært valla tosa um annan uttan eisini at tosa um hin, sigur forlagið, sum endar við at spyrja: - Tá ið tikið verður samanum, hevur so hesin spegilin, ið Eyðun saman við øðrum setti upp fyri okkum fyri hálvari øld síðan, verið við til at broyta nakað? Hevur hann rúmkað okkum samfelagið? Hevur hann fingið okkum at pilka onkran fordómin niður? Óneyðugt at siga, ætlar Sprotin at varpa ljós á hetta hendingaríka lívið við samrøðum, upplestri, kvøðum, sangi og tónleiki hóskvøldið tann 26. april kl. 21 í Reinsarínum í Havn, har eisini henda myndin niðanfyri varð tikin 3. desember í fjør. Uppá forhond fari eg longu nú at ynskja Eyðuni til lukku, og takka fyri manga góða løtu.