Ómegd er ein nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen, ið byggir á veruligu søgurnar hjá tveimum kvinnum og einum manni, um tíðina í einum harðskapsraktum parlagi og um, hvussu tey funnu vegin út. Soleiðis skrivar Tjóðpallurin á Instagram.
Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð.
Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð.
Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at leikurin er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók Um bara hann sló meg. Tvær av hesum frásagnunum eru tiknar við, og søgan, sum maðurin í leikinum Ómegd sigur frá, byggir á eina grein í nýggja íslendska blaðnum Stundin frá desember 2015. So ikki kann sigast annað enn at tað er ein fleirmedial framførsla á Tjóðpallinum leygardagin 9. september, tá útselt er. Eftir frumsýningina eru sjey sýningar settar á skrá, hin seinasta 17. september. Á svørt-hvítu pressumyndini niðanfyri síggjast frá vinstru Hans Tórgarð, Hansina Iversen, Jenny C. Petersen, Barbara Hentze í Stórustovu, Súsanna O. Skaale, Kristina S. Ougaard, Kristina Sundar Hansen og Gunnvá Zachariasen. Øll eru tey hópurin handan nýskrivaða leikin Ómegd.