Skip to main content

Posts

Showing posts with the label virðisløn

Til lukku, SEV!

SEV fær Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 fyri at gera føroyska elveiting grønari. Virðislønin er 350.000 krónur, sum SEV stjórin Hákun Djurhuus fekk handaðar í Hørpuni í Reykjavík í kvøld saman við standmyndini Nordlys . Omanfyri sæst formaðurin, Jákup Suni Lauridsen, halda røðu. Á informatiónsríku heimasíðuni hjá SEV sæst greitt, hvussu el-orkuframleiðslan er í løtuni, og hvussu hon er býtt sundur. Klikk á myndirnar og kom beint á upplýsingarnar: Tann blaðsíða, sum eg er fegnastur um í nýkomna atlassinum hjá Námi, er á síðu 34. Har hevur Ole Wich teknað eitt regnkort, sum eftir tølum hjá Eliasi Davidsen frá 1992, ið aftur byggja á tøl frá DMI í árunum 1961-1990, og nýggjum upplýsingum frá SEV um avfalsøki, vatngoymslur, vatnorkuverk, rør, tunnlar og áarinntøk, vísur elframleiðslu í meðal fyri árini 2004-2013. Eitt spennandi regnkort úr hæddunum í okkara egna landi. Takk fyri upplýsingarnar, SEV! Norðurlendska hátíðarløtan í kvøld varð send bein

Hross í oss millum bestu evropisku filmar

Íslendski filmurin Hross í oss (Benedikt Erlingsson 2013), sum Norðurlandahúsið vísir í kvøld kl 19:30, er millum 50 filmar, sum kappast um at verða besti evropiski filmur í ár. Tað boðar skrivstovan hjá European Film Awards frá í dag. Avgerðin fellir í Riga, sum er evropiskur mentabýur, 13. desember. Ein annar íslendskur filmur, Life in a Fishbowl (Baldvin Zophoníasson 2014) er eisini millum teir tilnevndu 50 filmarnar, sum eru úr 31 londum og sýna spennið í evropiskari filmsgerð beint nú. Umframt íslendska filmin Hross í oss , havi eg sæð danska Nymphomaniac (Lars von Trier 2013) í Grand í Keypmannahavn og svenska Vit eru bestar (Lukas Moodysson 2013) í filmsfelagnum Klipp í Norðurlandahúsinum. Millum filmarnar, eg vildi ynskt at sæð, eru pólski Ida (Pawel Pawlikowksi 2013) og bretski Mr. Turner  (Mike Leigh 2014) um málaran J.M.W. Turner, sum Havnar Bio fer at vísa í vetur. Komandi vikurnar fara fleiri enn 3.000 limir í European Film Academy at atkvøða í deildunum

Vetrarmorgun vann í Berlin!

Til lukku til tykkum øll í Berlin, sum vunnu altjóða Grand Prix virðislønina í Generation 14plus skránni fyri besta stuttfilmin 2014 - Vetrarmorgun!  Her er alt at lesa um Generation skránna Altjóða dómsnevndin skrivar soleiðis á týsku heimasíðuni: Spezialpreis der Internationalen Jury von Generation 14plus für den besten Kurzfilm , im Wert von € 2.500, gestiftet von der Bundeszentrale für Politische Bildung:  Vetrarmorgun von Sakaris Stórá: In einer kleinen, isolierten Inselgemeinschaft im nördlichen Atlantik erheben sich zwei Mädchen gegen das Unheil der Stigmatisierung. Für seine ehrliche und bittere Darstellung der Beziehungen zwischen diesen beiden besten Freundinnen verleiht die Jury den Spezialpreis für den besten Kurzfilm an Vetrarmorgun von Sakaris Stórá. Paula Danielsen tók myndina av leikstjóra og teimum báðum høvuðsleikarunum við vinningunum í Berlin. Og her er mynd av heiðursskjalinum, har altjóða dómsnevndin skrivar Grand Prix: 

Hvør fær Gyltu bjørnina í Berlin?

Kanska er tað skilnaðurin millum eystur og vestur, ið hevur verið drívmegin, sum í 64 ár hevur borið árligu filmstevnuna í Berlin, Die Berlinale , fram um allar aðrar. Ikki tí at betri ella týdningarmeiri filmar verða vístir har, men tí at fólkaræði og margfeldni altíð sæst aftur í breiddini í skránni og í bíðrøðunum við hvønn biografin. Tí hetta er størsta almenna filmsstevna í heiminum. Og tað dregur bæði nýggj rák og ektaðu stjørnurnar til sín, ikki bara Sakaris úr Skopun, við stuttfilminum Vetrarmorgun , sum er í uppskoti at fáa Teddyvirðislønina , Krystallbjørnina og Special Prize fyri ungdómsstuttfilm, men eisini aktivistin George Clooney við spælifilminum The Monuments Men , sum er á høvuðsskránni, men ikki í kapping. Øll kunnu keypa atgongumerki og ikki færri enn tríhundraðtúsund plaga at gera tað, so tey sleppa at síggja nakrar av teim fýrahundrað filmunum, sum hvørt ár eru á skránni. Virðislønirnar eru mangar í Berlin, men bara ein spælifilmur fær  Gyltu Bjørnina ,

Talan hjá Høgna

Her er talan hjá Høgna Djurhuus, journalisti í Kringvarpi Føroya, eftir at hann fekk Móðurmálsvirðislønina 2012 á føðingardegi Hammershaimbs 25. mars: Ein maður, sum eg skrivi um viðhvørt, plagar at siga, tá heiðurslønir sum hendan verða latnar fyri hetta ella hatta: “Harragud, er hatta tað besta á hasum økinum.....hvussu fanin er so alt hitt?” Eg plagi at siga við hann, at hatta er ein avgerð, sum ikki kann kærast. Hon er endalig. Sum tey plaga at spyrja flogbóltsspælarar: “Høvdu tit roknað við at vunnið í dag?” Higartil hevur eingin svarað ja. Enn minni, ja, sjálvandi. Sjálvsálit er ikki júst okkara tjóðareyðkenni. Vit eru smæðin og lítillátin. Hevði eg roknað við hesum her? Bæði ja og nei, men sjálvandi ikki, ja, sjálvandi. Tí eg skilti tíðindini um hendan máldagin, at ætlanin var at heiðra góðum máli í tíðindaflutningi. Eg havi verið tíðindamaður í 35 og hálvt ár, men tað hevur eingin givið sær far um enn. Eg havi skrivað klummur í okkurt um helvtina av teir

Høgni Djurhuus fær Móðurmálsvirðisløn

Á hugnaligari samkomu í Fútastovu í dag, fekk Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012. Ætlanin er at hetta skal vera ein afturvendandi virðisløn, sum fær heitið V.U. Hammershaimbs virðislønin, segði Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum. Hann stendur í durinum og við hansara lið er Solby Eliasen, programmleiðari í Kringvarpinum. Til dagin hevði Høgni funnið fram ein Náttarravsntroyggju, sum man vera útvið 20 ára gomul. Tað var í teirri sendingini, at hann fyrstu ferð royndi Klummuna . Grundgeving at lata Høgna móðurmálsvirðislønina var soljóðandi: "Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin journalistinum Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum. Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í

Tórsbyrgi besta átak

Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006: VIRÐISLØN Tiltakið Best røkta bygd var fyrstu ferð hildið í 1997. Skipað hevur verið fyri tiltakinum annað hvørt ár. Í mun til undanfarin ár varð tiltakið broytt í 2006, tó við gamla leistinum sum grundarsteini og við sama endamáli Í 2006 var fyri fyrstu ferð møguligt hjá metingarnevndini, at lata ein serprís fyri besta átak. Øll kunnu verða innstillaði til hendan prísin; bæði privat, feløg, stovnar, kommunur v.m. Tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu skal verða avgerandi fyri hvør fær prísin. Metingarnevndin nevndi hesi viðurskifti, tá virðislønin Besta Átak fyrstu ferð varð latin: Hetta er ein serlig virðisløn, sum verður latin fyri eitt serstakt átak í Føroyum. Hon kann verða latin einstaklingum, felagsskapum, virkjum, stovnum, kommunum ella øðrum. Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men hevur metingarnevndin valt

Grundgevingin hjá nevndini í Nordbok

Sveinur Tróndarson, Sosialurin 27 mai 1998: Tá ein virðisløn sum henda verður latin, liggur eitt kanningararbeiði aftanfyri sum prógvar at móttakarin hevur uppiborið at fáa virðislønina. Hetta kanningararbeiði verður samansjóða til eina motivering ella grundgeving. Grundgevingin hjá Nordbok er soljóðandi: "Birgir Kruse hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« gjørt eina sera áhugaverda og upplýsandi mentunarsending síðan vetrarhálvuna 1996/97.Við einum tíma hvørja viku hevur hann megnað at geva lurtarunum innlit í m.a. tann fagurbókmentaliga heimin, kring okkum. Afturat tí føroyska innfalsvinklinum hevur hann alla tíðina hugsað um, at tað finst ein verð uttanfyri. Við góðari hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava verið við í sendingini, hevur hann greitt lurtarunum frá tí týdningarmesta sum fer fram innan norðurlendska prosa og poesi í løtuni. Nøvn sum Dorrit Willumsen, Anne Linnet, Michael Strange, Benny Andersen og Bo Green Jensen. Einar Már Guðmundsson