Íslendski filmurin Hross í oss (Benedikt Erlingsson 2013), sum Norðurlandahúsið vísir í kvøld kl 19:30, er millum 50 filmar, sum kappast um at verða besti evropiski filmur í ár. Tað boðar skrivstovan hjá European Film Awards frá í dag. Avgerðin fellir í Riga, sum er evropiskur mentabýur, 13. desember.
Ein annar íslendskur filmur, Life in a Fishbowl (Baldvin Zophoníasson 2014) er eisini millum teir tilnevndu 50 filmarnar, sum eru úr 31 londum og sýna spennið í evropiskari filmsgerð beint nú.
Umframt íslendska filmin Hross í oss, havi eg sæð danska Nymphomaniac (Lars von Trier 2013) í Grand í Keypmannahavn og svenska Vit eru bestar (Lukas Moodysson 2013) í filmsfelagnum Klipp í Norðurlandahúsinum. Millum filmarnar, eg vildi ynskt at sæð, eru pólski Ida (Pawel Pawlikowksi 2013) og bretski Mr. Turner (Mike Leigh 2014) um málaran J.M.W. Turner, sum Havnar Bio fer at vísa í vetur.
Komandi vikurnar fara fleiri enn 3.000 limir í European Film Academy at atkvøða í deildunum besti evropiski filmur, besti leikstjóri, besti leikari mannligur og kvinnuligur, og besti handritahøvundur. Endaligu tilnevningarnar verða kunngjørdar 8. november á evropiskari filmstevnu í spanska býnum Sevilla. Ein sjeymanna dómsnevnd fer so at taka dagar ímillum, hvør skal fáa aðrar og smærri virðislønir.
Niðanfyri síggjast filmsleikstjórin Benedikt Erlignsson til høgru og filmsframleiðarin Fridrik Thór Fridriksson, avmyndaðir á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck í fjør. Henda filmstevna, Nordische Filmtage, hevur verið hildin í 55 ár, og er hin einasta árliga og afturvendandi norðurlendska filmstevna í Verðini.