Skip to main content

Tórsbyrgi besta átak


Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006:

VIRÐISLØN Tiltakið Best røkta bygd var fyrstu ferð hildið í 1997. Skipað hevur verið fyri tiltakinum annað hvørt ár. Í mun til undanfarin ár varð tiltakið broytt í 2006, tó við gamla leistinum sum grundarsteini og við sama endamáli

Í 2006 var fyri fyrstu ferð møguligt hjá metingarnevndini, at lata ein serprís fyri besta átak. Øll kunnu verða innstillaði til hendan prísin; bæði privat, feløg, stovnar, kommunur v.m.

Tað góða, positiva og framskygda átakið innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu skal verða avgerandi fyri hvør fær prísin.

Metingarnevndin nevndi hesi viðurskifti, tá virðislønin Besta Átak fyrstu ferð varð latin:

Hetta er ein serlig virðisløn, sum verður latin fyri eitt serstakt átak í Føroyum. Hon kann verða latin einstaklingum, felagsskapum, virkjum, stovnum, kommunum ella øðrum.

Nógv uppskot vóru tikin fram í hesum sambandi, men hevur metingarnevndin valt hetta burturúr, tí tað gjørdi eitt so serligt og varandi inntrykk.

Virðislønin verður givin hesum, tí her - sjálvt um tað ikki er heilt so nýtt - verður nýhugsan framd í verki og kann hetta metast at verða ein positiv fyrimynd fyri onnur, bæði tá ið tað kemur til burðardygga menning í lokalsamfelagnum, trivnað og vernd av okkara umhvørvið og náttúru.

“Tað er vakurt, hugnaligt, ruddiligt, alternativt og kollektivt, onkur kallaði tað herfyri fyri “besta staðið í heiminum hjá einum smádreingi.” Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum Eigarafelagið Tórsbyrgi!

Endamálið við øllum tiltakin, ið nevnist Best røkta bygd er at vekja áhuga fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum, siði og mentan. Tiltakið skal menna ein hugburð við ansni fyri náttúru – og mentunarvirðum. Hetta merkir at at farið verður væl um og at náttúran verður vird sum hon er og at umhvørvisviðurskifti eru í lagi. At fólkalívsminnir verða vard og varðveitt, og at byggivirksemi hóskar væl inn í mentunararv og náttúrugivnar fortreytir.

Tað er ein metingarnevnd sett av fyrireikarunum, sum avgerð hvør fær virðislønirnar í teimum ymisku greinunum. Ferðaráð Føroya skipar fyri tiltakinum í samstarv við hesar stovnar og feløg: Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, Agenda 21 Stovan, Føroya Fornminnissavn, Arkitektafelag Føroya.

Tíðindaskriv, Eigarafelagið í Tórsbyrgi 28. juni 2006