Skip to main content

Posts

Showing posts with the label virðisløn

Frits Johannesen fær Heiðursgávu Landsins í 2017

Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Tað kunngjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Henda virðislønin verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Dómsnevnd, sum er Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs, siga soleiðis um orsøkina til at geva Frits Johannesen, fjøllistamanni, Heiðursgávu Landsins: Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndli

Konni Kass er Ungt listafólk 2017

Konni Kass, tónleikakvinna, fær í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði fyrstu av trimum Mentanarvirðislønum í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær tríggjar virðislønirnar eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, ið hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning, sigur landstýriskvinnan. Tað er ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum, ið hevur valt tey trý út, sum í ár fáa virðislønir. Í dómsnevndini eru Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Dómsnevndin grundgevur soleiðis fyri at geva Konni Kass, tónleikakvinnu, virðisløn til Ungt listafólk í 2017: Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hev

Suni Merkistein fær Móðurmálsvirðislønina 2017

Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Grundgevingin var soljóðandi: Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað SUNA MERKISTEIN fyri hansara avrik innan yrkismál . Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Han

Listanøvn og listagrunnur á flogvøllinum

Í dag var veðrið ikki tað besta at koyra millum bygda, ella yvirhøvur at vera úti og tað enn minni í bili við myndatóli. Men hetta er litleysa sýnið í Kaldbaksbotni seinrapartin í dag. Har vesturi sluppu vit inn í landið hjá Atlantsflogið, nú nýggja flogfarið, og hini við, skuldu fáa navn. Í gongini er ein reyð nál sett á øll tey støð, har Atlantsflog hevur verið. Ein reyður bussur heintar okkum, koyrir gjøgnum gyrðingina og til hangardyrnar. Inni í stóra hangarinum er dekkað upp við Merkinum og jólaprýði. Har í flaggskrýddu høllini standa garantarnir hjá Atlantsflogi, Annika Jespersen, sum er kabinuovasti, og systurin, Bergtóra Nielsen. Og so møti eg nevndarformanninum, Niels Mortensen, og stjóranum, Jóhonnu á Bergi, bæði stórsmílandi. Eisini ein fegin William Smith er millum mongu fólkini í hangarinum hjá Atlantsflogi í dag. Hann er tekniskur leiðari. Á pallinum er festligur jólahorntónleikur við Kójak og síðani væl samansettum orkesturi, sum spælir u

Innantómt stakkalastás?

Nú  fekk Bruce Springsteen eisini eitt heiðursmerki, tað hægsta sivila, sum amerikanski forsetin sleppur at handa, the Presidential Medal of Freedom . Tað var J.F. Kennedy forseti, sum fann uppá heiðursmerkið í 1963. Í endamálsorðingini verður sagt, at heiðursmerkið verður givið heimsborgarum og ikki bara amerikanarum fyri "an especially meritorious contribution to the security or national interests of the United States, world peace, cultural or other significant public or private endeavors." Fyri stuttum fekk Bob Dylan virðirsløn Nobels fyri bókmentir. Aftur við morgunmatinum, sum er egg og eins donsk sild og morgunútvarpið, fekk eg tann ófyrigeviliga tanka, at hetta er tað bera stakkalastás og púra innantómt. At geva eini poppstjørnu fremstu virðislønir, og velja allar hinar virðiligu virðislønarmóttakarar frá. Koyra teir á dumpin. Mann tað vera so illa statt í báðum dómsnevndunum, at tær kunnu ikki semjast um annað enn yvirflatupopp á plátu, rocklyrikk? Ella er tað veru

Til lukku, Heðin!

Í dag fekk grannin, Heðin M. Klein, virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Tað orðið . Dómsnevndin sigur, at " Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina gev mær uttan íhald sóknast eftir tí eina rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi. Savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara." Tað er aðru ferð, at Heðin fær hesa okkara einastu virðisløn fyri fagurbókmentir. Fyrru ferð var í 1985. Til lukku, grannin! Myndirnar báðar tók eg í Tórsbyrgi 8 í november í fjør, tá Høgni Mohr lýsti Heðin í samrøðu í Skúlablaðnum.

60.000 kr til Rakel fyri bestu barna- og ungdómsbók

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn. Formaðurin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard, bjóðaði vælkomin og hugleiddi um bestu bøkur, hann mintist, og um týdningin, at stuðla bókagerð í Føroyum, og at týða somu bøkur, so tær kunnu lesast í okkara grannalondum. Formaðurin í føroysku dómsnevndini, Oddfríður Marni Rasmussen, segði soleiðis um vinnandi bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014): Dómsnevnd Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómbókmentir hevur valt ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókina út. Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir. Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar. Virðislønarvinnarin fær 60.000 danskar krónur. Í dómsnevndini eru: Oddfríður Mar