Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn. Formaðurin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard, bjóðaði vælkomin og hugleiddi um bestu bøkur, hann mintist, og um týdningin, at stuðla bókagerð í Føroyum, og at týða somu bøkur, so tær kunnu lesast í okkara grannalondum. Formaðurin í føroysku dómsnevndini, Oddfríður Marni Rasmussen, segði soleiðis um vinnandi bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014):
Dómsnevnd Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómbókmentir hevur valt ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókina út.
Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir. Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar. Virðislønarvinnarin fær 60.000 danskar krónur. Í dómsnevndini eru: Oddfríður Marni Rasmussen, Føroyar, Vera-Lise Rosing Olsen, Grønland og Hildur Ýr Ísberg, Ísland.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin:
"Forelskilsi, vinalag og svik eru evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal.
Høvuðspersónurin er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og er væl dámd í skúlanum, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. Hon tykist at hava alt, sum ein tannáringur kann hugsa sær, men so er ikki. Tað, sum Argantael helst vil hava, eru foreldur, sum brýggja seg um.
Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum pápa, sum krógvar sínar kenslur í ov nógvum arbeiði og eini sálarsjúkari mammu - tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepilin. Hesin kenslusári tannáringur hevur mestsum ov nógv at dragast við, tá ið hon hittir hálvsystkini Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at taka sítt egna lív.
Hon, sum róði eftir ælaboganum er skaldsøga til ung og vaksin, sum gongur fyri seg í einum býi, Port Janua, sum er ein fiktivur býur, sum Rakel hevur brúkt í fleiri av sínum bókum, men kortini er hetta ein býur, sum hevur alt tað, sum vit kenna aftur frá býum í Føroyum og øðrum býum í Norðurlondum. Bókin tekur brot úr veruleikanum og setur tey í ein fiktivan bý. Persónarnir eru ung nú á døgum. Teir hava trupulleikar, sum ung hava at dragast við, og sum til allar tíðir hava hugtikið ungdómin sum lesara. Vit hava við samkyndleika at gera, við sjálvmorð, við sambandi millum foreldur og børnini, við tað modernaðu og samansettu familjuna og við ta trilvandi tilveru, sum ung hava og til allar tíðir hava havt: at royna at rógva eftir lukkuni, eftir eydnuni, eftir kærleikanum, eftir vinalagnum, sum altíð flytir seg undan, eins og ælagbogin.
Bókin er skrivað til tónleikin Enigma Variations eftir enska tónaskaldið Edgar Elgar. Hetta hevur ikki beinleiðis við søguna at gera, men tað er við til at halda huglagnum uppi, og bygnaðinum føstum og strommum. Hetta er ein bók, sum á høgum støði, lýsir ungdómsins truplastu evni, og tá ið vit hava lisið hana, bryggja vit víðari, vit gera okkara egnu søgu, okkara egna enda á bókini."
Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Mannagongdin er soleiðis, at nevndirnar í teimum ymisku londunum – Føroyum, Íslandi og Grønlandi – í desember mánaði í árinum fyri, at virðislønin verður handað, tilnevna eina bók úr sínum landi. Dómsnevndin fyri útnorðurlondini velur eina av hesum trimum bókum at fáa virðislønina í august mánaði árið eftir.
Endamálið við Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir er at stuðla bókmentum í útnorði og at skunda undir og andvekja rithøvundar til at brúka sítt talent til at skriva barna- og ungdómsbókmentir. Eisini er ynski hjá Útnorðurráðnum at vísa á, at londini í útnorði eru eitt øki, sum hoyrir saman.
Men virðislønin er ikki bara ein eggjan til at halda fram at skriva. Hon er ein heiður og eitt góðskustempul, sum væl kann sammetast við bókmentavirðislønir aðrastaðir.
Tey, ið hava vunnið:
2016 ”Hon, sum róði eftir ælaboganum” eftir Rakel Helmsdal
2014 „Tidsskisten“ eftir Andri Snær Magnason
2012 „Legenden om Kaassali” eftir Lars-Pele Berthelsen
2010 „Kirkegården“ eftir Gerður Kristný
2008 „Spøgelsesspor“ eftir Kristín Helga Gunnarsdóttir
2006 „En hund, en kat og en mus“ eftir Bárður Oskarsson.
2004 „Englen i Vestbyen“ eftir Kristín Steinsdóttir og Halla Sólveig Þorgeirsdóttir.
2002 „Historien om den blå planet“ eftir Andri Snær Magnason.