Skip to main content

Til lukku, Heðin!


Í dag fekk grannin, Heðin M. Klein, virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Tað orðið.

Dómsnevndin sigur, at "Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina gev mær uttan íhald sóknast eftir tí eina rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi. Savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara."

Tað er aðru ferð, at Heðin fær hesa okkara einastu virðisløn fyri fagurbókmentir. Fyrru ferð var í 1985.

Til lukku, grannin!

Myndirnar báðar tók eg í Tórsbyrgi 8 í november í fjør, tá Høgni Mohr lýsti Heðin í samrøðu í Skúlablaðnum.