Skip to main content

Posts

Showing posts matching the search for matthew oregon

Trúgv og makt

Foto: Bjarni Rubeksen Týsmorgunin var grafitti at síggja í miðbýnum í Havn. Onkur helt at hetta var meira herverk enn grafitti. Tað kann so diskuterast. Men grafitti er altíð ein tekstur, ella í minsta lagi ein framseting, ið hevur eina meining. Herverkið er minni meiningarfylt, fyri ikki at siga destruktivt, borið fram av ómegd. Í sjálvum sær eitt óartikulerað róp um hjálp í teirri vón, at onnur síggja.  Men útsøgnin í býnum, antin hon er herverk ella grafitti, er miðvís. Hon er brett út sum ein lýsingaherferð í miðbýnum.  Foto: Bjarni Rubeksen Fyrst eitt hanagleiv frá Tinghúsinum í einum karmi, sum er partur av installatiónini Vetrarljós fram við gongugøtuni, har standmyndin hjá Janusi Kamban, Maður og Kona , standa í Sparikassagarðinum. Onkur provokerað sál tók tekstin burtur, so hann ikki sást, tá komið varð út á dagin. Síðan er tað hanagleivið oman til Havnar kirkju, sum eisini er Føroya dómkirkja. Sjálvt hesi bæði nøvnini, Havnar kirkja ella Dómkirkjan, klandrast havnarfólk um,

Stór Pride í ólidnari Havn

Eiler á Pride er fremstur fyri í hvíta bilinum, sum koyrir oman Tórsgøtu framman fyri ársins skrúðgongu, sum taldi fleiri túsund. Í gulari troyggju sæst Oda Kjartansdóttir Strøm, ið so fyrimyndarliga leiddi fólkið gjøgnum býin. Human rights are my pride stóð á fremsta dregilinum í Pride-gonguni hjá LGBT, sum í ár var hin størsta nakrantíð, í hvussu er máld eftir Tórsgøtu, sum var fylt av fólki, áðrenn tey snaraðu út móti Skálatrøð. Byrjað varð í Gundadali, har hitað varð upp, og so fór gongan oman á Skálatrøð, har Marjun Bæk helt røðu og fleiri sungu og spældu tónleik á ókeypis útikonsert. Á sama stað hevði kommunan skipaði fyri barnativoli, sum kostaði ikki minni enn 250 krónur fyri barnið. Tað vóru barnafamiljur ikki fegnar um. Men Pride gongan var í góðum lag og gjørdi aldur í gøtuni. LGBT, sum skipar fyri árligu Pride skrúðgonguni, sigur, at hon er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til alla

Alt af Naade

Teldutala Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade . Eins og abbi var hon fødd í 1894. Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu. Har komu tey bæði, Benadikta og Marius. Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøtu. Helst hevur skriftstaðið verið goymt burtur eftir henda átrúnarliga skilnað, shunning, tey rópa á enskum. Men tá missiónshúsið varð tikið niður í apríl í 2013, kom broderaða skriftstaðið hjá ommu fyri dagin við Gøtuvík, dygst við grannahúsini, sum nú vóru Filadelfia. Minnist allar teir gomlu, sum plagdu at koma í salin við Sildamjølsfabrikkina. Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning , at s

Tíggjundi desember

Tíggjundi desember og veðrið er av tí fagrasta. Friðsælur kavi og lág sól. Klokkan tíggju fór eg út í tún at taka tíggju myndir. Tað bleiv til tíggju ferðir tíggju, so vakurt var veðrið hesa løtu, innan kaffi og Rót & Rútmu. Eg seti nakarar morgunmyndir úr grannalagnum á bloggin. Articon byggir Boðanesheimið fyri Tórshavnar kommunu. Fyrsta lonin verður innrætta og alt skal verða liðugt í heyst, sigur Eyðun Persen, verkætlanarleiðari. Tá verður rúm fyri 64 búfólkum. Tvær orsøkir til at kommunan valdi hetta uppskotið vóru arkitekturur og funksjonalitetur. Projektuppskotið er gjørt í samstarvi við Albert Isfeld, Gudmund Hansen og Selmar Nielsen, arkitektar, LBF, Martin E. Leo og SMJ. Bara eitt steinkast, ella kavablak, burturfrá eru altskyns rekreasjónsmøguleikar. Her er Nólsoyggin og Nólsoyarfjørður beint fyri, og so øll Strondin við Bukkevald, Kampingplássinum og Hvítasandi. Hetta verður útsýnið úr niðara borði á Boðanesheiminum. Her eru eisini traðir og ídnir traðarmenn, ið