Skip to main content

Trúgv og makt

Foto: Bjarni Rubeksen

Týsmorgunin var grafitti at síggja í miðbýnum í Havn. Onkur helt at hetta var meira herverk enn grafitti. Tað kann so diskuterast. Men grafitti er altíð ein tekstur, ella í minsta lagi ein framseting, ið hevur eina meining. Herverkið er minni meiningarfylt, fyri ikki at siga destruktivt, borið fram av ómegd. Í sjálvum sær eitt óartikulerað róp um hjálp í teirri vón, at onnur síggja. 

Men útsøgnin í býnum, antin hon er herverk ella grafitti, er miðvís. Hon er brett út sum ein lýsingaherferð í miðbýnum. 


Foto: Bjarni Rubeksen

Fyrst eitt hanagleiv frá Tinghúsinum í einum karmi, sum er partur av installatiónini Vetrarljós fram við gongugøtuni, har standmyndin hjá Janusi Kamban, Maður og Kona, standa í Sparikassagarðinum. Onkur provokerað sál tók tekstin burtur, so hann ikki sást, tá komið varð út á dagin. Síðan er tað hanagleivið oman til Havnar kirkju, sum eisini er Føroya dómkirkja. Sjálvt hesi bæði nøvnini, Havnar kirkja ella Dómkirkjan, klandrast havnarfólk um, so hvussu skal tað verða, tá onkur letur seg eggja av egnum demonum, ið vilja sleppa út, so tú ikki kansta halda tær, men skrivar, sum Luther á sinni, tín egna boðskap á føroyska kirkjuportrið øllum til frelsu. Men frelsuloysnin er ikki annað enn at banna LGBT og seta Føroya fremstu fylking ájavnt við Antikrist eins og alla føroyska rættstaving, ið er mest savnandi evni í tjóðarbygging sambært Facebook, rættstaving. Somu boð er sett á trappuna hjá Klett, hinumegin Arnesminde, sum kirkjan eigur, í Steinatúni, har tú bíðar eftir bussinum, sum fer út eftir Jóanes Patursonar gøtu, við Føroya Keypsamtøku í handilsgøtuni, Doktar Jakobsens gøtu, og niðri í Vágsbotni við Sirkus.

Foto: Eiler Fagraklett


Foto: Uni Holm Johannesen


Foto: Sunneva Háberg Eysturstein

Pallsetingin riggar, alt er á gosi. Heilt har vesturi úr Oregon í USA heitir Matthew Workman á okkum, at finna máling og pensil í stundini og hvítta grindina, so hesin døkt okkulti boðskapur, eins lítið og hin grábeinti, fær fótin fyri seg so tíðliga á degnum. Tað riggar, tí longu nú er fyrsta regla strikað:



Foto: Gutti Winther

Tingmenninir og tingkonunarnar hava teirra egna sjov gangandi innanveggja, eins og tey altíð hava havt tað. Í so máta er hetta sjov kanska tað størra og lívsseigara. Tað er og verður hildið fast av afturhaldi og tískil ein ímynd av tí sjaldsama orðabókaorðinum íhald og at vera íhaldin. At halda í. Tað er tað teimum dámar, politikarunum. At halda í og aldri sleppa, fyrst og fremst fyri at onnur ikki sleppa til, sjálvt tá tú skrivar ein samfelagsbólk út úr tingtekstinum, og leggur fram uppskot um förintelse ella annihilation, at rudda út eitt verandi orð um ein fólkabólk í okkara egna landi. Tí tað ræður um at halda í og verða íhaldin á afturhaldstingi. Tað skakaði meg mest henda dag. Ídna íhaldið.

Ein uggi var, tá Sólrun Michelsen sama dag endurgav annað ørindi úr sálminum Dommer over levende og døde, sum Johannes Johansen yrkti á donskum í 1975, og hon hevur týtt. Við loyvi frá Sólrun endurgevi eg allan sálmin:

Dómari hjá livandi og deyðum,
myrkur fyri tær sum ljósið er,
alt hitt fjalda fyri tínum eygum 
sjónligt verður, hvør ein svikagerð.
Harri, tá vit teg í ljósi skoða             
døm tú milt, vár bøn er okkum náða.    

Kappa dómarans á okkum tóku,
vanvirðing og háð um næstan fleyt,
gleði hans og lívsmót burtur róku,   
klipt úr lógum Guds var okkar skreyt.               
Móti dómadegi nú vit ganga,
dómar yvir onnur búnan pranga.

Harri Krist tú yvir dómi valdar,
hvør kann døma um sítt egna verk?
Hvør kann døma áðrenn enda aldar,       
tá ið ljós gerst nátt sum glæman sterk.
Dómarin fær dóm av tínum ráði,               
og tey dømdu onga sekt av náði.           

Dómari hjá livandi og deyðum,
stjørnusonur eins og manna er,
náði finnur tann í tínum eygum,       
sum júst kemur bara sum hann er;           
boyggjast skal hvørt knæ - ja sjálvt hins lægsta
djúpt í sólarrisi úr tí hægsta

yrk. Johannes Johansen
týtt Sólrún Michelsen

Í donsku sálmabókini verður undir hesum vakra teksti víst til eitt brot úr fyrra brævi Paulusar til samkomuna í Korint, sum í bíbliutýðing Victors er meira beint fram og gerandisligur enn í kirkjubíbliuni. Eg endurgevi aftur:

"Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli - ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin. Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna - og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi." 1 Kor 4,3-5

Ikki bara íhaldin varð hesin dagur, men eisini ítøkiliga ímyndin av tí trupla krossvegi, har eingi føroysk ferðsluljós røkka, tíansheldur kunnu stýra, tá viðurskiftini trúgv og makt umskarast, og verða til skeiva makt og rætta trúgv, ella skeiva trúgv og rætta makt, ella bara perverteraða girnd at hava vald á øðrum.