Tíðindagrein, Dimmalætting 28. august 2002: Hinumegin á heimskortinum: Norðurlond eru ikki tað, tey hava verið. Áhugin fyri teimum smáu økjunum, sum t.d. Føroyum, er minkandi. Tað fyrr so fólksliga samstarvið verður nú gjørt av politikarum og embætismonnum, heldur formaðurin í Norrøna Felagnum í Føroyum, Birgir Kruse. - Útnorður verður marginaliserað, men politikararnir tiga og hava ongar visiónir. Ein ímynd av tí fólksliga og tí almenna, sum her rennur saman. Tí norðurlendskt samstarv er ikki bara í politiskum korridorum og á afturlatnum fundum fyri stjórar og serkøn. Norðurlendskt samstarv er eyðkent við teirri fólksligu breiddini. Eini breidd, sum hevur støði í gomlum virðum, sum norrønu feløgini tóku upp eftir fyrra veraldarbardaga«. Brotið omanfyri er tikið úr 50 ára ritinum hjá Norrøna Felagnum í Føroyum, sum kundi hátíðarhalda hálva øld í fjør. Spurningurin er tó, um tað norðurlendska samstarvið framvegis er so fólksligt, sum vit kanska halda. Formaðurin í Norrøna Felagnum Í Fø