Skip to main content

Tá framtíð gerst samtíð


Sosialurin, Vikuskiftið, 5. januar 2001:

Nú eru longu fleiri ár liðin síðani árið 1984 fór í kav og vit kundu smýrast at ræðandi framtíðarsøgu George Orwells við sama navni. Og eisini filminum, sum kom sama árið

Nú er aftur eitt ár upprunið, har ein framtíðarsøga gerst samtíðarsøga. Tað er skaldsøgan "2001: A Space odyssey", sum bretski rithøvundurin Sir Arthur C. Clarke (f.1917) skrivaði í 1968. Hetta kollveltandi árið fann hann saman við filmsleikstjóranum Stanley Kubrick (1928-1999) og burturúr hesi framtíðarsøguni skrivaðu teir handritið til samnevnda filmin, sum er um tiltiknu rúmdarferðina í 2001. Filmurin hevur langt síðani fingið kult-status og eftir at Kubrick doyði vóru flestu filmar hansara givnir út á DVD. Sir Arthur C. Clarke er ein av virknastu og mest kendu science fiction rithøvundum. Hann hevur eisini verið virkin granskari innan tøkni, samskifti og rúmdarferðir. Longu í 1945 hugsaði hann sær til ein samskiftis-fylgisveinin. Tað var í grein, hann nevndi Extra-Terrestrial Relays í tíðarritinum Wireless World hetta árið. Í fleiri førum hevur hann medvirkað í sjónvarpssendingum, tá amerikumenn hava sent Apollo-før út í rúmdina, m.a. saman við kenda sjónvarpsmanninum Walter Kronkite. Tilsamans hevur Sir Arthur skrivað fleiri enn 60 bøkur, sum fleiri eru metsølubøkur. Sagt verður, at samlaða upplagið hjá honum er farið um tær fimti milliónirnar. Mest seldu bøkurnar hjá Sir Arthur eru "Childhoods End" og hin í ár so aktuella "2001: a space odyssey". Men hann gevst ikki so. Fyrsta framhaldssøgan av ársins rúmdarferð "2010: odyssey two", er langt síðani komin og eisini gjørd til film. Triða rúmdarsøgan "2061: odyssey three" er eisini komin og hin fjórða og higartil nýggjasta rúmdarsøgan er "3001: the final odyssey". Sum heiti bendir á verður hetta helst hin síðsta. Sir Arthur fekk í fjør virðislønina "The Award of Knight Bachelor" handaða í Colombo á oynni Sri Lanka. Har hevur hann búð síðani 1956.

birk í Sosialinum, Vikuskiftið, 5. januar 2001