Tíðindagrein, Dimmalætting 25. juni 2001:
Framsýning: Veiðumentanini í Útnorði er evnið á stórari framsýning, sum fer av bakkastokki næsta á. Framsýningin, sum verður ein ferðaframsýning, skal serliga røkka enskttalandi stórbýarfólkið við Norðuratlantshavið
Stóra norðuratlantiska ráðstevnan í Norðurlandahúsinum um havið er júst farin aftur um bak.
Næsta summar verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra framsýning sum eisini snýr seg um havið. »Veiðumentan í útnorði« er heitið á ferðandi framsýning, sum er partur av verkætlan, sum á enskum kallast »Hunters of the North«.
Ætlanin er at sýna trý lond, sum í øldir hava livað í og við eini veiðumentan, og gera tað enn hóast tey eru blivin háteknologisk samfeløg.
Framsýningin hevur tríggjar síður. Eina listarliga, eina fólkaminnisfrøðiliga og eina teknologiska.
Lagt verður fyri í Norðurlandahúsinum í juni næsta ár. Har verður ein framsýning, sum verður bygd upp eftir einum modelli, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur gjørt.
Ætlanin er at brúka alla ta stóru høllina, sum er 26 ferðir 18 metrar til víddar.
Framsýningin skal skapa fatan fyri livikorum og umstøðum í veiðulondunum. Vit fara at síggja listarligan stíl, søguligar savnslutir og teknologiskar royndir, sum eru knýttar at veiðu.
Fyrireikararnir siga, at framsýningin verður ein uppliving, har tey vitjani ikki bara eru áskoðarar. Møguleikar verða eisini fyri sokallaðum interaktiviteti, har tey vitjandi gjøgnum dagsins tøkni hava ein virknan leilut í framsýningini.
Ein skrá, ella bók, sum víðkar um evnið, verður somuleiðis gjørd.
Norðuratlantisk verkætlan
Framsýningin er ein ferðaframsýning, og fyrireikararnir leggja stóran dent á at røkka áskoðarum úr enskttalandi stórbýarøkjunum. Hetta verður gjørt við eini framsýning, sum í august næsta ár fer um alt Norðuratlantshav.
Talan er um eina stóra norðuratlantiska verkætlan.
Tingamannaráð útnorðurs hevur tikið stig til verkætlanina. Hon er sostatt ein samskipan millum Grønland, Føroyar og Ísland og teir listarligu og náttúruvísindaligu stovnarnar har.
Framsýningini skipar Norðurlandahúsið í Føroyum fyri, saman við NAPA, Nordens Institut í Grønlandi og Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Jóan Pauli Joensen hevur skrivað tekstin, sum framsýningin byggir á, og Edward Fuglø, listarmaður hevur skapt listarliga sniðið.
Til tess at tryggja støði og dygd eru ymisk søvn og stovnar í Norðurhøvum knýttir at verkætlanini. Úr Føroyum eru Lisasvan Føroya og Føroya Náttúrugripasavn við.
Birgir Kruse er av Norðurlandahúsinum í Føroyum settur sum samskipari av verkætlanini, sum hevur verið fyrireikað síðani november í fjør.
Dánjal Højgaard, tíðindagrein, Dimmalætting 25. juni 2001: