Skip to main content

Posts

Grand Canyon

Ovast, djarva kvinnan á einum kneysa í Grand Canyon og síðani reyðu røðirnar í somu gjónni. Hanus Jógvan og Birgir avmyndaðir við Desert View og Kolb Studio (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Ein hin stórsta upplivingin hjá ferðandi fólki í USA er Grand Canyon. Vit valdu sunnaru inngongdona, ella rættari sunnara áarbakka á Colorado ánni, ið er botnurin og jarðfrøðiliga meginorsøkin til Grand Canyon. Her er bratt og vítt um at fara. Besta dirvið at ganga og taka myndir í hæddunum hevði Hanus. Hann fotograferðaði ein kvinnu, sum uttan trygd ella útgerð yvirhøvur, gekk einsamøll út á ein leysan kneysa.

Tveir kúrekar og ein íkorni

Undir hvítum hatti eru báðir kúrekarnir brúdleypsgestir á El Tovar hotellinum við Grand Canyon. Ein tamur íkorni, ið kom framvið, var eisini eitt gott myndaevni, haldi eg... (Myndir: Birgir Kruse) Grand Canyon er, sum navnið sigur, ein stór gjógv. Ilt er at fáa savnað eittans motiv, ið gevur meining, ella rættvísi mótvegis hesum stórbæra útsýni. Lukkutíð koma myndaevni framvið í heilum. Teirra millum nakrir brúdleypsgestir og ein tamur íkorni. Myndirnar tala fyri seg og seta kanska stóru gjónna, og endaleysu fjallarøðirnar aftanfyri, í perspektiv.

Lívið á bygd

Lagaligur bilverkstaður og vítt útsýni í lítla býnum Williams. Síðani tvær kvøldmyndir úr stórbýnum Flagstaff, onnur úr túninum hjá Granny's Closet og hin við vápnabúðina í grannalagnum (Myndir: Birgir Kruse) Heima verður ofta tikið til orðafellið lívið á bygd . Ikki illa meint, men staðfestandi eitt avmarkað virksemi. Av teirri sjálvsøgdu orsøk, at her býr lítið av fólki. Eina tílíka bygd rendu vit okkum í ávegis til Grand Canyon. Bygdin eitir Williams og er eftir heimligari hagfrøði ein hampuligur býur við fleiri enn 3000 fólkum. Eftir at hava keypt bensin, heilsa uppá tveir bilsmiðir og fingið okkum ein kopp av kaffi, vóru vit øll samd um at koyra víðari til næsta stórbý, Flagstaff. Dygst við jarnbreytina skrivaðu vit okkum inn á Knights Inn og ótu náttura á Granny's Closet, lokalu matstovuni, har vit kundu velja borð við ella uttan stórskerm. Tá náttin fall á eftir lokna máltíð, skiltu vit hví so fá vilja búgva við The Railroad Track. Hinvegin kunnu vit eisini siga, at Hank

Euphoria Evening

Vegurin til House of Blues á Mandalay Bay gekk framvið einum egyptiskum sfinski og pyramidum við so sterkum toppljósi, at rúmdarmenn sóu tað í ringrás. Innan konsertina fekk eg southern soul food - Jambalaya við sterkum gulum pipari og søtum flatbreyði (Myndir: Cornell MySpace og Birgir Kruse) Í nøkur ár hevur fløgan Euphoria Morning verið mín yndisfløga. Upphavsmaður er Chris Cornell, ein frálíkur sangari, ið ljóðar sum ein samandráttur av øllum tí tónleiki eg lurtaði eftir í 70’unum. Deep Purple, eftir Ian Gillan, Paul Rogers í Free og Bad Company - og í løtum við einum farra av Led Zeppelin og Ritchie Blackmore, men tá er tað meiri á gittarsíðuni. Og so er allar ræddarreferansurnar eisini at hóma úti í tí fjara - Journey, Kansas og so framvegis. Chris Cornell er í mínum huga hin besti 70’ara sangarin, sum ikki er úr 70’unum. Hann er nógv yngri enn so. Kom fram síðst í 80’unum við Soundgarden og var stórsta Seattle navnið tá Náttarravnssendingin fór í luftina á sinni. Thank

Sirenur og sjórænarar

Ókeypis uttandura leikur við sirenum og sjórænarum við Treasure Island á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse) Stóru gistingarhúsini, ið samstundis eru handlar og spælistøð, hava hvørt teirra ókeypis show. Treasure Island hevur eitt uttandura show við sirenum og sjórænarum. Skipini eru tvey, og evnið í søguni er tølandi sirenur av havsins botni. Tær koma í bardaga við sjórænaraskipið, ið søkkur og eftir miklan eld og skotbardga við nógvum dansi og tónleiki, vinna tær á monnunum. Tá leikurin er liðugur, flotnar skipið aftur og siglir avstað. Stórfingin framleiðsla.

Sirenur á hjólum

Spesialbygd motorsúkkla yvir evnið sirenur á Treasure Island (Myndir: Birgir Kruse) Við støði í sagnum um havsins tølandi sirenur, hevur Scott Cawood sniðgivið hesa motorsúkklu, sum stendur í durinum á Treasure Island. Rick Hill og Big Dan frá Metropolitan Choppers hava bygt súkkluna eftir hálvum ári. Hon vigar 900 pund og ein triðingur er úr gomlum jarni.

Ljósshow á Freemont Street

Vakru fasadurnar á Golden Nugget og 4 Queens á Freemont Street, downtown Las Vegas. Niðri undir hyggja vit at Queen, ið eru evni í ljósshowi undir loftinum, sum er yvir allari gøtuni (Myndir: Birgir Kruse) Gamli býarparturin Downtown er nærum farin í gloymskuna, nú The Strip er so nógv útbygdur og væl vitjaður. Kring gomlu gøtuna Freemont eru spælistøðini Golden Nugget og 4 Queens. Her plagdu Elvis og Sinatra at ganga, tá teir vóru frammi. Gamaní, tað er ein farin tíð. Men býlingurin Downtown hevur tikið kappingina upp við The Strip og lagt alla gøtuna Freemont undir tak. Hvønn heila kvøldstíma er ljósshow, ið er størri og ógvusligari enn alt eg fyrr havi sæð. Sum at síggja ein risa sjónvarpsskerm, ið vísir MTV um allan sjónarringin. Í hesum føri ein reklama fyri Queen og teirra útgávum. Ekstravagansa í litum og ljóði.

Neonskelti á Freemont

Klassisk neonskelti á Freemont Street í gamla Las Vegas, downtown (Myndir: Birgir Kruse) Gomul og klassisk neonljós síggjast lukkutíð enn á Freemont Street. Kendasta er neonskeltið við roykjandi og blinkandi neytadronginum The Pioneer. Onnur kend neonskelti eru Glitter Gulch og blinkstrandi reiðmaðurin.

Beatles á Mirage

Hotellið Mirage bjóðar bæði skrá og tema við The Beatles (Myndir: Birgir Kruse) Við The Beatles sum evni hevur franski sjónleikarabólkuri Le Cirque de Soleil fasta støð á hotellinum og spælistaðnum Mirage í Las Vegas. Partur av konseptinum er eisini ein Beatles tema lounge við heitinum Revolution. Yvirav er ein japansk tema lounge, sum í litum og sniði passar til Revolution. Aftanfyri er ein djóragarður við springarum og tikarum. Soleiðis kanst tú ganga frá einum umhvørvi til eitt annað so leingi tú orkar. Allir sansir verða mettaðir.

Caesars Palace

Caesar uttan fyri palassið á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse) Ja, hetta er veruliga palassið hjá sjálvum Caesar. Hann stendur í túninum og skoðar grannalagið, ið er meinlíkt gamla Róm. Tó, inni syngja Elton John, Cher og Bette Midler. Ekspansjónstrongdin er so stór, at Harrah’s, ið eigur palassið hjá Caesar, beint nú byggir út fyri eina billión dollars. Minni kann ikki gera tað.

Nýggjasta undirstætt í Las Vegas

- Girls direct to you in 20 minutes, stendur á troyggjuni hjá meksikanska dronginum á The Strip í Las Vegas. Legg merki til illa kløddu gentuna í baksýni, til høgru fyri áhugaverda bilin, á niðaru myndini (Myndir: Birgir Kruse) Las Vegas er sum eitt annað Disneyland. Men stovureint og meinaleyst familjuundirhald hóvar ikki øllum maktum. Undir øllum lýsingum, útferðum og upplivingum lúrir ein seksuelt eggjandi tóni, ið tykist sjálvsagdur á øllum gøtum í Vegas. Tekur tú myndir av einum sjáldsamum bili á einum gøtuhorni, stillar ein lættklødd genta seg til reiðar og poserar. Fram við glitrandi vegnum The Strip sæst nýggjasta undirstættin í Las Vegas – latínamerikanskir smádreingir, ið bjóða sær til at skaffa eina gentu eftir tjúgu minuttum. Bara til tín. Aftanfyri dreingirnar, sum helst eru ólógligir innflytarar, standa foreldur, ommur, abbar og heil húski úr Meksiko. Skakandi at síggja hesar nýggju amerikansku lagnir í heimsins elsta starvi í fríum falli on The Strip . Hetta er skjótas

Fyri fjøruti dálar

Nógv nýta høvið at giftast í Las Vegas. Og tað kann gerast eftir stuttari løtu í einum av mongu handilsligu kapellunum (Myndir: Birgir Kruse) Fyri fjøruti dálar kunnu tit giftast í Las Vegas. Enntá í sama handilskapelli, sum Joan Collins nýtti herfyri. Tit kunnu eisini giftast í dollargrini The Elvis Way í ljósareyðum Caddillac og bjóða Elvis og Marylin við í brúdleyp. Sjálvt presturin kann syngja, sum var hann Elvis. Einastu boð, ið brúður og brúðgómur skulu akta, er ikki at koyra skjótari enn fimm miles um tíman gjøgnum túnið. Annars verður alt avgreitt við kassa eitt. Meiri enn 60 giftingarstøð eru í Las Vegas.

Elvis og Marylin

Elvis er ikki deyður. Hann býr í Italia og vitjar í løtuni í Las Vegas, saman við unnustuni Marylin (Mynd: Birgir Kruse) Á gøtuni í Las Vegas er ilt at síggja mun á veruleika og fiksjón. Í myrkrinum rennur alt saman, sum var tað ein filmur á markinum til dreymin. Eitt heilt vanligt mánakvøld í august kann tykjast sum grýlukvøld burturav. Fleiri hava latið seg í sum stjørnurnar, Elvis og Marylin Monroe til dømis. Tey smæðist ikki fyri at syngja ein sang, ella bera fram ein monolog og posera fyri fotografum. Í hesum føri vóru báðar undirhaldsstjørnurnar italskar.

Bellagio

Stórbæra Bellagio er sum eitt ævintyr. Undir loftinum hongur glaslist hjá Chihuly (Myndir: Birigr Kruse) Húsið Bellagio, ið er uppkallað eftir lítla italska býnum við sama navni, er kent úr filminum Oceans Twelve . Bellagio í Italia er við Como vatnið, sum eisini er at síggja á The Strip í Las Vegas, her tey hava watershow hvørt kvøld. Inni í Bellagio eru kasino, spælihallir, matstovur, listaframsýningar og mótahandlar við fremstu merkivørum. Í einari deild er loftið prýtt við glaslit hjá Dale Chihuliy í teim fagrastu litum. Chihuly sóu vit á listasavninum de Young í San Francisco. Sí grein um henda spennandi glaslistamannin 24. juli 2008.

París og Venezia í Las Vegas

París og Venezia eru partar av gøtumyndini í Las Vegas. Her sæst Eifeltornið í myrkri, Jógvan og Unn við Markusplássið og niðast gondol á floti og eftirgjørda Rialtobrúgvin (Myndir: Bigrir Kruse) Eins og W.R.Hearst skapti eitt egið Suðurevropa í óbygdum í San Simeon, hava tey flutt søguríka Eiffeltornið í París, Markustorgið og Rialto brúnna í Venezia til nýggja, blinkstrandi Las Vegas. Vit royndu fronsku matstovuna ovast í Eiffeltorninum. Útsýnið var eins gott og maturin. Men gongur tú á friðsæla, eftirgjørda Markustorginum, skoðar gondolirnar við Rialto brúnna, og letur dyrnar upp – so er tað ikki opera, ið streymar tær ímóti. Nei, tey togast við snurrandi spælimaskinur, sum hildu tey ólavsøku uppá speed. Undarligt, at síggja fremmand støð endurskapt í gøtunum í Las Vegas.

Motel 6 og Travelodge

Lítla og lága Travelodge í miðynum í Las Vegas og dagsins útsýni. Okkar bilur er fremst fyri, longst til høgru. Niðast Motel 6 í miðjum Hollywood (Myndir: Birgir Kruse) Ferðast tú í Amerika kanst tú altíð fáa ymsan avslátt. Tá umræður gistingarhús, serliga motell, verða tvey ymisk hefti brúkt Travellers Cupon Magazine og RoomSaver . Heftini liggja ókeypis frammi á, har ferðafólk koma. Við hepni hava vit brúkt hesi hefti, ið geva atgongd til luksuskømur, fyri lítlan pening. Gistingarhús, sum altíð eru við í hesum heftum, eru tey bíligu Motel 6, sum vit búðu á í Hollywood og Travelodge, sum vit nýttu í Las Vegas. Í báðum førum er talan um spartansk gistingarstøð, ið eru rein, og liggja væl fyri, mitt í býnum. Mest umráðandi er lági kostnaðurin. Her hittir tú ferðafólk, ið vilja annað og meiri enn bara at sova væl. Men í Las Vegas er dagarnir hjá bíliga Travelodge helst taldir. Kring lága motellið, mitt í býnum, verður bygt í allar ættir. Las Vegas er skjótast vaksandi amerikanski býur.