Skip to main content

Lívið á bygd




Lagaligur bilverkstaður og vítt útsýni í lítla býnum Williams. Síðani tvær kvøldmyndir úr stórbýnum Flagstaff, onnur úr túninum hjá Granny's Closet og hin við vápnabúðina í grannalagnum (Myndir: Birgir Kruse)

Heima verður ofta tikið til orðafellið lívið á bygd. Ikki illa meint, men staðfestandi eitt avmarkað virksemi. Av teirri sjálvsøgdu orsøk, at her býr lítið av fólki. Eina tílíka bygd rendu vit okkum í ávegis til Grand Canyon. Bygdin eitir Williams og er eftir heimligari hagfrøði ein hampuligur býur við fleiri enn 3000 fólkum. Eftir at hava keypt bensin, heilsa uppá tveir bilsmiðir og fingið okkum ein kopp av kaffi, vóru vit øll samd um at koyra víðari til næsta stórbý, Flagstaff. Dygst við jarnbreytina skrivaðu vit okkum inn á Knights Inn og ótu náttura á Granny's Closet, lokalu matstovuni, har vit kundu velja borð við ella uttan stórskerm.

Tá náttin fall á eftir lokna máltíð, skiltu vit hví so fá vilja búgva við The Railroad Track. Hinvegin kunnu vit eisini siga, at Hank Williams vaks upp in a shack by the railroad track. Og bestu countrysangir eru jú um tok, ið koma og fara. Tí í náttini eru tað bara tvinnanda jarnbreytir, ið vita hvagar leiðin gongur. Restin er undir mánanum.

Spákandi framvið eini vápnabúð í myrkrinum í Flagstaff, kemur mær til hugs Mary Chapin Carpenter, ið einaferð gav út fløguna Shooting Straight In The Dark. Kanska var fløgan eitt aftursvar til George Strait. Frammanundan hevði hann sungið Trains Make Me Lonesome.

Við rullandi tokfloytum verða vit ruraði í blund í Flagstaff.