Undir hvítum hatti eru báðir kúrekarnir brúdleypsgestir á El Tovar hotellinum við Grand Canyon. Ein tamur íkorni, ið kom framvið, var eisini eitt gott myndaevni, haldi eg... (Myndir: Birgir Kruse)
Grand Canyon er, sum navnið sigur, ein stór gjógv. Ilt er at fáa savnað eittans motiv, ið gevur meining, ella rættvísi mótvegis hesum stórbæra útsýni. Lukkutíð koma myndaevni framvið í heilum. Teirra millum nakrir brúdleypsgestir og ein tamur íkorni. Myndirnar tala fyri seg og seta kanska stóru gjónna, og endaleysu fjallarøðirnar aftanfyri, í perspektiv.