Skip to main content

Posts

Hvalurin er mín!

Hevði áskoðarafjøldin vita at her sótu fýra tvøstsvangir føroyingar, so hevði undirhaldspípan fingið annað ljóð. Ovast er grindahvalurin og síðani springarar og niðast bóghvítuhvalurin Shamu í Sea World. Hetta eru sterkastu brands á umhvørvisøkinum - súmbol, ið ímynda menniskjað og tess knýti til náttúruna (Myndir: Birgir Kruse) Meðan Vilmund á Portalinum eftirlýsir ein hval í frystiboksini, sóu vit ein spilllivandi grindahval í Sea World í San Diego. Frá Tummas Marna á Tekniska skúla hevði Hanus fingið alt at vita um at stinga og skera á háls og nú var ein amerikanskur Kyrrahavs grindahvalur komin beint í drepning. Vit trúu ikki okkara eygum og fóru at spyrja nærri. Jú, so var. Hetta var ein pilot whale og myndirnar tala fyri seg. Grindahvalur er nýggjasta undirhald í Sea World. Men springarar dolphins og bóghvítuhvalurin Shamu standa enn fyri tí so nógv best umtóka undirhaldinum. Antin eru springar og bóghvítuhvalir klókari enn grindahvalur, ella verður størri orka løgd í at venja

Desperasjón við Salton Sea

Salton Sea er nú ein State Park. Ovast innkoyring til oydnu Salt Creek. Niðaru myndirnar eru úr Bombay Beach á eystaru strondin (Myndir: Birgir Kruse) Tá Coloradoáin fór um bakkarnar í eini vatnflóð í Suðurkalifornia 1905 skaptist Salton Sea . Ein lummi av vatni, har størri parturin er salt. Í eftirkrígstíðini vóru framtíðarvónirnar av teim bjartast. Arbeiði var til allar hendur og mangt nýtt varð uppfunnið. Í sjáldsamum filmum, ið komu fram í 1980’unum, sum til dømis The Atomic Cafe , var skjalprógvað hvussu amerikansk fólk settu sítt álit á kjarnorku og sjálvi fingu í boði at royna hesa nýggju vónríku orku – á egnan kropp í oyðimørkini. Gamaní, sólbrillur kundu tey fáa at verja eyguni. Sama manglandi upplýsing hevur møguliga ligið til grund fyri at farið var undir at gera eina nýggja útstykking og riviera kring Salton Sea til framstormandi miðalstættina. Hetta var í fimmtiárunum og økið skuldi verða ein sonn magnet fyri modernaða fólki, sum eftir kríggið hevið fingið fitt av peningi

Frá dreymum til guano

Myndarøð frá Nielad Boat Launch við Salton sjógvin. Einasta lív her er ríka fuglalívið, sum sangarin og politikarin Sonny Bono, sáli, hevur tikið hond um (Myndir: Birgir Kruse) Sigast, at tá ein pengamaður kom til Fuglafjørð, segði hann at her luktað ikki illa. Her luktaði av pengum! Sama kann sigast um Salton Sea. Men her er eingin pengmaður ella -kvinna. Bara ringur luktur og sjónin av dekadensu og stillisligum forfalli.

Ein Guds maður á Salvation Mountain

Ovast skeltið og sjálvt fjallið Salvation Mountain í Slab City við bygdina Nieland við Salton vatnið í Kalifornia. Alla staðni síggjast skriftstøð úr Bíbliuni. Síðani Leonard Knight, 76, ið vísir hvussu hann hevur bygt fjallið við natúrligum, ókeypis tilfari. Leonard og Birgir sita inni í hellinum, vit síggja eina gamla bilhurð og reyðu blómurnar, skaptar eftir nevanum. Síðani ganga Hanus, Unn og Jógvan niðan á fjallið eftir The Yellow Brick Road til krossin og oman aftur. Leonard heilsar við báðum tumlum upp í loft og vísir okkum lastbilin, sum hann býr í. Bilurin var við í filminum Into The Wild hjá Sean Penn í fjør (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Ein hin mest hugtakandi løtan á USA ferðini hjá okkum í summar var tá 76 ára gamli einabúgvin Leonard Knight tók ímóti okkum í hellinum Salvation Mountain . Fjallið hevur hann sjálvur bygt úr mold, vatni, máling og burturkasti, so sum bil- og traktordekkum, gomlum bilhurðum og falnum viðarbulum, sum fólk hava borið honum. Leonard hevur hv

Maðurin og Fjallið

Hetta eru brot úr eini myndarøð um Mannin og Fjallið - Leonard Knight og Salvation Mountain (Myndir: Birgir Kruse) Eftir at hava møtt 76 ára gamla Leonard Knight eru orð fátøk. Eg vísi til tekstin omanfyri.

Coloradoáin knýtir bondini

Húskið hjá Norman úr Simi Valley ávegis til Coloradoánna at standa á jetski. Niðast Bob og tey, sum fara heim eftir eina góða feriu við somu á, frá Blythe og norðureftir (Myndir: Birgir Kruse) Coloradoáin knýtir mong bond vestanfyri í USA. Frá Grand Canyon og oman til Havasu og Blythe. Hon leggur seg i fjøllini, dalarnar og slættarnar oman til Havasu og fram við Blythe, har vit gistu í nátt. Á motellinum Travellers Inn hittu vit í morgun Norman og húski hansara. Tey eru úr Simi Valley við Los Angeles og eru øll ávegis til Coloradoánna at standa á vatnskíum og sigla við vatnskutarum. - Tað gera vit 3-4 ferðir hvørt summar, sigur Norman og savnar húskið frammanfyri stóra bilinum, nú tey eru liðug at pakka, bæði ís og bensin. Aftaná bilinum dregur hann jetskutararnar á einum vogni. Samstundis heilsar Bob og húski hansara. Tey hava júst verið við Coloradoánni og siglt. Vit møtast øll í túninum, nú tey fara heim aftur. - Eg helt tú vart úr Oregon, tá tú stóð soleiðis og kikaði eftir sólini

Norðmenn eru góðir kundar

Navajokvinnan sigur at norska flaggið merkir at teir eru góðir kundar, norðmenninir (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Við vegjaðaran millum Flagstaff og sunnaru inngongd til Grand Canyon í Arizona, sóu vit norska flaggið veittra. Vit steðgaðu og spurdu hví. Púra ósentimentalt segði indiánrakvinnan, sum var av Navajo ætt, at teir vóru góðir kundar, norðmenninir. - Og góðir kundar eiga lívið í okkum. Áhugavert at hoyra so kontanta tjóðskaparliga útmelding frá einum livandi indiána. Sama morgun hevði eg lisið á Portalinum um danska universitetsuppgávu, ið viðgjørdi tjóðskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tá kom til mín orðafellið Put Your Money Where Your Mouth Is .

Indiánarbygd

Cameron er indiánarabygd millum Flagstaff og Grand Canyon í Arizona. Stóri handilin, ið einaferð var, er stongdur (Myndir: Birgir Kruse) Meðan hvíta yvirflóðsmentanin dusar sær í Las Vegas er trupult at fáa eyga á upprunafólkið, indiánaran. Tjóðar- og fólkaminni teirra eru sjáldsom at síggja. Í hvussu er tey, ið eru væl vard og innbjóðandi at uppliva. Gamaní er eitt stórt savn við avmarkaðum innihaldi niðast á Manhattan. Sí tveir stubbar um hetta 18. juli. Og gamaní eiga indiánar Hard Rock ketuna og nøkur spælistøð úti um reyða landið. Men tíanverri liva teir indiánar, sum vit hava sæð, Pomo norðan fyri San Francisco og Navajo og Hopi í Arizona, á niðastu samfelagsligu rók. Býlingarnir síggja út sum squatter camps, ella sigoynaralegur. Tað sjálvstøðuga virksemi, ið hevur verið, er steðga upp og er antin stongt ella til sølu. Indiánin er trongdur og tykist dáma best í einsemi burturi í óbygdum. Tað er spell. Tí hann hevur nógv meir at siga enn túsund blinkstrandi ljós á breiðu gøtunum

Indiánaratorn

Hanus og Jógvan frammanfyri tornið frá 1930'unum. Vit síggja upp í tornið innan og kunnu gita, at tað var her Frank Lloyd Wright fann uppá Guggenheimsavnið í New York. Niðast situr Birgir frammanfyri veggjamálninginum hjá Katobie av Hopisøgnini um stóra ormin (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Við Desert View í Grand Canyon er bygt eitt torn við útsýni yvir stórsta partin av økinum. Ein hvít kvinna, arkitekturin Mary Colter, bygdi tornið í 1930-1933 fyri The Fred Harvey Company. Hopiindiánarin Fred Kabotie teknið og málaði húsið innan. Innan sæst málningur hansara The Snake Legend , ið er kendur úr Hopimentanini, sum hevur livað á hesum leiðum.