Við Desert View í Grand Canyon er bygt eitt torn við útsýni yvir stórsta partin av økinum. Ein hvít kvinna, arkitekturin Mary Colter, bygdi tornið í 1930-1933 fyri The Fred Harvey Company. Hopiindiánarin Fred Kabotie teknið og málaði húsið innan. Innan sæst málningur hansara The Snake Legend, ið er kendur úr Hopimentanini, sum hevur livað á hesum leiðum.