Skip to main content

Desperasjón við Salton Sea



Salton Sea er nú ein State Park. Ovast innkoyring til oydnu Salt Creek. Niðaru myndirnar eru úr Bombay Beach á eystaru strondin (Myndir: Birgir Kruse)

Tá Coloradoáin fór um bakkarnar í eini vatnflóð í Suðurkalifornia 1905 skaptist Salton Sea. Ein lummi av vatni, har størri parturin er salt.

Í eftirkrígstíðini vóru framtíðarvónirnar av teim bjartast. Arbeiði var til allar hendur og mangt nýtt varð uppfunnið. Í sjáldsamum filmum, ið komu fram í 1980’unum, sum til dømis The Atomic Cafe, var skjalprógvað hvussu amerikansk fólk settu sítt álit á kjarnorku og sjálvi fingu í boði at royna hesa nýggju vónríku orku – á egnan kropp í oyðimørkini. Gamaní, sólbrillur kundu tey fáa at verja eyguni.

Sama manglandi upplýsing hevur møguliga ligið til grund fyri at farið var undir at gera eina nýggja útstykking og riviera kring Salton Sea til framstormandi miðalstættina. Hetta var í fimmtiárunum og økið skuldi verða ein sonn magnet fyri modernaða fólki, sum eftir kríggið hevið fingið fitt av peningi um hendi.

Tey, ið lótu seg lokka og keyptu, sluppu ikki burtur aftur, tí eingin vildi keypa teirra virðisleysu ognir. Tí hevur ein andi av desperasjón breitt seg yvir Salton Sea. Men samstundis er hetta ein tíðarlummi, har einki hevur broytt seg síðani fólk fluttu inn.

Vatnið er væl dokumenterað í miðlunum. Longu í 1958 hevur ein útvarpsstøð, KPFA, gjørt reportasjur um vatnið í eini røð við heitinum The Salton Sea Disaster. Sama vatn er við í nýggju sjónvarpsrøðini Engineering Disasters hjá The Discovery Channel og Kringvarpið sendi fyrr í summar heimildarfilmin Plagues & Pleasures of the Salton Sea (2006).