Stewart Fenwick, 47, er vertur í sendingini Celtic Country í Glasgow. Á mittastu myndini er hann saman við starvsfelagnum Mary Kathleen Burke, ið júst hevur givið fyrstu fløguna út á Greentrax Records. Niðast Hallur Joensen í MT í Kringvarpinum í vár (Myndir: MySpace Fenwick og Birgir Kruse) Avgjørdu orðini omanfyri eigur Stewart Fenwick í august útgávuni av skotska blaðnum Country Music & Dance . Ummælið stendur í partinum Stewart’s CD Round-up , ið byrjar við Trishu Yearwood og endar við Halli Joensen úr Føroyum. Orðini knýta seg aftur at útgavuni hjá Halli "Pickin' Time in Nashville". - It really is a stunning performance. Most of the songs, like the CD booklet, is in English, although he has Faroese versions of "Fraulain" and "Kiss an Angel Good Morning". Even though I don't understand the words, they both sounds superb. This has to be the most Country album of the year - in any language, sigur ummælarin Stewart Fenwick. Fenwick, sum býr í