Skip to main content

Skal Tróndur í Gøtu liggja ella standa?







Ovast greiðir Árant frá um standmyndina av Tróndi og hvussu hon er sett á henda stað. Bjørgheðin Jacobsen hevur verið modell. Árant og Tróndur skoða báðir inn í Gøtudal. Uttanfyri standmyndina síggjast húsini hjá Áranti. Á trappuni vísir Árant okkum seinastu av teim níggju bronsustandmyndunum. Niðast sæst fóturin á talmerktu standmyndini (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag vóru Ole Wich og eg í Gøtu og tóku myndir til nýggja bók í heimstaðarlæru. Í góðveðrinum máttu vit ásanna orðini hjá John Lennon “Life is what happens to you while you're busy making other plans.”

Meðan vit tóku myndir av plantum og forniskum lutum, hittu vit læraran Árant Hansen í túninum í Norðagøtu. Hann er formaður í Gøtu Fornminnisfelag, sum heldur til í Blásastovu, dygst við. Mest sermerkt í hesum føri er tó, at Árant er formaður í nevndini, ið tók stig til og bílegði standmyndina av Tróndi í Gøtu hjá Hans Paula Olsen myndhøggara í Keypmannahavn.

Søgan um standmyndina er hendingarík. Tað var Hans David Jacobsen, lærari í evning á Venjingarskúlanum, ið kveikti listarliga hugan hjá Hans Paula Olsen. Sonur Hans David, Bjørgheðin Jacobsen, er eisini lærari. Heima hjá fyrsta lærumeistaranum, Janusi Kamban, sat Bjørgheðin modell í 2004. Lukkutíð filmaði Ingun í Skrivarastovu løtuna. Tí, tá ið høvdið úr leiri varð sent til Danmarkar, hvarv pakkin á jútsku heiðini og sást aldri aftur. - Tá var einki annað at gera enn at senda livandi modellið, Bjørgheðin, niður í listarligu starvsstovuna hjá Hans Paula, sigur Árant.

Umráðandi hevur verið at givið Hans Paula fríar hendur, undirstrikar Árant og vísir okkum eina lítla bronsumynd. - Her stendur Tróndur upprættur á kortinum, sum liggur niðri. Men lyfti eg myndina, so kann hon eisini standa upp og niður, sigur Árant. Á trappuni, eitt steinkast frá stóru standmyndini, vísir hann okkum báðar møguleikarnar.

- Eitt landakort eigur at hanga, so eg haldi at hetta er mest natúrliga valið, sigur Árant og heldur lítlu bronsumyndina upp móti standmyndini við Tróndargrund, sum sæst aftanfyri.

Lítla, men tunga bronsumyndin, sum Árant sýnir fram, er hin seinasta av níggju talmerktum myndum frá Hans Paula Olsen. - Í roynd og veru hava hesar smáu bronsumyndir fíggjað stóru standmyndina har yviri, sigur Árant og nevnir prísin fyri hesa seinastu: 49.000 krónur.

- Men drúgv fyrireiking hevur verið, innan vit komu so langt, sigur Árant og greiðir frá at fyrst vóru fólk, ið vórðu hildin at hava áhuga í verkætlanini, boðin til fundar.

Tey, ið møttu í Glyvrahanusarhúsi 29. desembur 2001, vóru Óli Zachariassen, Eli Eiriksson, Oddfríður Gregersen, Jákup Jacobsen, Sigvør Laksá, Albert Isfeld, Tórbjørn Jacobsen og Árant Hansen. - Hetta er sokallaði Tróndarbólkurin, ið samtykti verkætlanina og síðani heitti á Hans Paula Olsen at gera skitsu og uppskot til eina standmynd, sigur Árant.

Á vári 2004 hevði Hans Pauli Olsen gjørt fyrstu lítlu standmyndina. - Okkum dámdi hana sera væl og beint eftir ólavsøku 2006 varð ein arbeiðsnevnd skipað við Sigvør Laksá, Hans Jákup Mikkelsen, Árant Hansen og Páll Isholm, sum varð formaður og samskipaði Tróndardagarnar, saman við øðrum feløgum í Gøtu og Leirvík, upplýsir Árant.

Tá Tróndardagar vórðu settir og stóra standmyndin avdúka, fekk løgmaður áttandu bronsumyndina til gávus. - Løgmaður lovaði at seta hana á skrivborðið, so hon peikaði av Tinganesi og beint út í Heim, so sum heimsborgarin Tróndur ivaleyst hevði gjørt, hevði hann livað. Hinar bronsumyndirnar hava Eik og vinnulívsfólk í Gøtu og Leirvík keypt, sigur formaðurin Árant Hansen vælnøgdur.

Kring standmyndina av Tróndi í Gøtu hevur Albert Isfeld, arkitektur, gjørt uppskot um grønt øki. Í fyrstu atløgu eru steinar lagdir í ring út frá standmyndini. Sum frá líður er ætlanin at alt økið, heilt oman til gamla kirkjugarðin, skal leggjast undir gras og verða ein natúrligur savningarstaður í gamla býlinginum í Norðagøtu.