Skip to main content

Posts

Millum ravnar og neyt í Koltri

Uppi á oynni í Koltri sæst, at ravnur hevur verið skotin. Her hava fólk lagað sær býli úr gróti og sanniliga eisini drigið eina minu niðan í hagan at fjala seg í. So er klárt at skjóta og fáa gjald fyri nevið. Tí er ravnur so styggur. Longur niðri eru síðhærdu kálvarnir av skotska hálendinum, sum fáast til matna á Hotel Føroyum. Men uppi í brekkuni eru kvígur og tarvar. Koltursoksar , sum orðabókin sigur. Kemur tú ov nær, fara neytini at renna. Tað er tað nærmasta eg havi verið stampede . Jørðin skalv, tá neytini í Koltri runnu. Tá varð ikki lukkuligt at vera fyri. Lítið hjálpti at leypa upp om hegnið, tí ovasti tráður førdi 6000 volt. Neytahaldið verður nevnt sjálvrektruterandi sláturneytahald . Í 2004 gjørdist Koltur vistfrøðilig oyggj við serligum, altjóða góðkendum búmerki. Á heimasíðuni http://www.koltur.com/ verður upplýst at 5 fólk búgva í oynni. Tey liva av seyða- og neytahaldi og ferðavinnu. Her er gott ferðasamband við tyrlu, gott breiðbandssamband og elektrisetsverk við di

Nólsoyarmálarin í úrvali á Ovastevnu 2009

Kinna og Emil millum málningarnar eftir Steffan Danielsen í stovuni hjá Emil. Niðri undir sæst Emil Juul Thomsen festa sær í ein stubba, sum hann sjálvur hevur ballað (Myndir: Birgir Kruse) Undir heitinum Nólsoyarmálarin verður framsýning við málningum eftir Steffan Danielsen á Ovastevnu 15. og 16. august 2009, báðar dagar kl 15:00-20:00. Fyrra dagin kl 16:00 heldur Kinna Poulsen fyrilestur um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Framsýningin, sum Kinna velur út, verður í barngarðinum Látrinum í Nólsoy, har Guðrun Sundar Hansen er leiðari. Tað er ein Ovastevnufyrireikingarbólkur, har Guðrun er við, Bjørn Thomsen og 100-ára haldið hjá Tórshavnar kommunu, ið skipa fyri framsýningini Nólsoyarmálarin. Stuttfilmurin hjá Knud Leif Thomsen frá 1965 um Steffan Danielsen verður eisini sýndur. Úrvaldu málningarnir eru allir úr savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í grannahúsunum. Seinni í heyst kemur bók um Steffan Danielsen, sum Bókagarður gevur út. Kinna Poulsen skrivar tekstin, s

Tór er ein Bjór

Myndir úr Hornahúsinum í dag, har nýggj bjór varð løgd fram. Ovast avdúkar Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina, millum Anniku Waag og Petur Petersen. Síðani sæst Jan Christiansen fyrrverandi borgarstjóri smakka nýggju bjórina. Jens Marius Poulsen kommunustjóri kom við navninum 'Tór'. Grafikarin Ole Wich greiður frá um etikettina. Næstniðast sæst Annika Waag bryggjari við nýggju bjórini 'Tór' og allar niðast hevur Ole Wich avmyndað meg á Bursatanga við einari Tór frammanfyri Tinganesi. (Myndir: Birgir Kruse og Ole Wich) Tór er navnið á nýggjari bjór, sum Føroya Bjór ognar Havnini, ið fyllir 100. Eftir at Guðrið Hansdóttir hevði sungið úr nýggju fløguni ‘The Sky is Opening’, avdúkaði Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina í Hornahúsunum í Havn. Annika Waag, ið er bryggjari hjá Føroya Bjór, greiddi síðani frá um Tór og hvussu smakkurin er settur saman. Síðani varð høvið at smakka eina Tór og at enda greiddi Ole Wich grafikari frá um navnið og etikettina. Tey,

Buzz Aldrin í Býráðnum

Føroyski samskiparin Gudmundur og tveir úr norska filmsliðinum, Geir og Jakob, á mínari skrivstovu í dag (Mynd: Brigir Kruse) Gudmundur Helmsdal Nielsen samskipar locations fyri norska filmsleikstjóran Geir Henning Hopland og íslendska myndamannin Jakob Ingimundarsson. Ørindini á Býráðnum í dag vóru at finna eina skrivstovu, ið hóskar sum karmur um arbeiðið hjá einum føroyskum málsviðgerða. Helst verður tað skrivstovan hjá borgarstjóranum, teir fara at brúka. Norski filmurin, sum verður vístur í fýra pørtum í norskum sjónvarpi í 2010, byggir á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? Skaldsøgan kom í 2005 og árið eftir las høvundurin á G festivalinum í Gøtu.

Purpurlitt útsýni

Útsýnið úr køkinum hóskvøldið 7. mai 2009 kl 21:30. Óviðgjørd mynd, beint frá skaparans hond, við purpurlittum pensili um himmal og hav í eysturi. Hinvegin - í vestur - er heilt annar litur, sum ikki er í slekt við hetta útsýnið. Eins og veðrið er lokalt, eru eisini litirnir og skynið í føroysku náttúruni ógvuliga lokalt. Tí hava vit so nógvar listamálarar, giti eg. Litirnir spæla alla staðni.

Í hálvum gekki

Mong bygningsverk standa í hálvum gekki á Ternuryggi. Fremst fyri sæst ein forlátin betongbunkari og aftanfyri sæst brúgvin, ið skal binda ringvegin úr Hoyvíkshaganum tvørtur um Krákugjógv og út í Marknagil. Úr betongbuknaranum á Ternuryggi er spennandi útsýni oman móti Havnini og út á vágna.

At kyssa svanin

Ruddingardagin gingu vit framvið tveimum svanum í hylinum í Djúpagili. Helst munnu teir verða ávegis til Íslands. Teir svumu í ring og høvdu skilliga hug at kyssa spegilsmyndina. Ein narcissisk studia í fyrrverandi vatnbrunninum. Í meðan gekk Michael Jacobæus framvið byrgingini. Ein áhugaverd løtumynd í Djúpagili.

Ruddingardagur

Í dag var ruddingardagur hjá miðfyristingini í Tórshavnar kommunu. Sjálvur var eg við sjakkinum, ið ruddaði niðan við Djúpagili og so oman eftir Ternuryggi. Komin oman á Vegin Langa heintaði lastbilur alt ruskið, vit høvdu savnað, Mest plastposar, ið høvdu skorað seg fastar millum steinarnar í ánni. Á mydnunum síggjast Ebba Vilhelm, Bjørgfríð Ludvig og Jens Marius Poulsen. Ein góður dagur, hóast tað dreiv úr honum.

Grøna hjartað í Havnini

Í góðveðrinum í dag fór eg upp á Parnassið, tekjuna á Hotel Hafnia. Og Hafnia merkir einki minnið enn Havn, so nærri hjartanum á Havnini sleptst ikki. So vit lata tær tríggjar myndirnar omanfyri tala fyri seg. Hin fyrsta sær beint í grøna hjartað í Miðbýnum, Gamla Bókahandil, Dómkirkju og Vesturkirkju og teirra millum Vágsbotn; onnur myndin er tikin móti Húsabrúgv við Bacalao, Vestaruvág, Argjalandinum og Kirkjubøreyni í baksýni og triðja myndin hevur steinsetta túnið hjá Tobba á Húsabrúgv, dygst við kirkjugarðin, í fokus.

Brúgvin, Reynið og Nesið

Í telelinsu eru samantrunkaðu húsini út á Reyni hugtakandi í teirra rútmiska einfeldni. Og so eru tað monumentalu húsini hjá Ríkisumboðnum, har trampolinin skemmir garðin, eins og nógva staðni í Havn. Gamla Havnin er eitt stuttligt myndaveni, tá summarið nærkast og sólin skínur. Sanniliga eitt evni fyri 'kulturturisme', ið var evni innanfyri gluggan á Parnassinum henda sama dagin í mai.

Funky orka!

Bárður hongur litfagra myndlist upp í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse) Bárður Dal Christiansen, 24, sigur at hetta er Funky Orka. Framsýningin er partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu og tilfarið er tekningar og málningar. Spennandi og leikandi stuttliga framsýningin hjá Bárði er opin til 2. juni, tá mentanarvikan 2009 er í nánd og ein nýggj listakvinna fer at sýna fram.

Ruddingardagur í Tórsbyrgi

Anna Maria í nummar 4 savnar rusk í Tórsbyrgi. Undir skeltinum, til høgru í myndini sæst umhvørvisvinarliga hurðin, sum nú verður koyrd burtur (Mynd: Birgir Kruse) Eins og í restini av kommununi er ruddingardagur í Tórsbyrgi, nú Umhvørvisvikan byrjar í næstu viku. Fram til á middegi í dag varð rusk savnað á øllum økinum í Tórsbyrgi. Ruskið varð sett við innkoyringina so kommunan kann heinta tað í døgurðatímanum. Eisini hurðina til kommunalu pappírsbyngjuna, ið hevur áskriftina Endurnýtsla. Ein ironisk áskrift, nú hongslini á grønu hurðini eru so rustaði, at alt verður koyrt burtur. Kanska fæst onkur endurnýtsla burturúr Endurnýtsluhurðini. Umvælast kann hon ikki. Tað sigur kommunan.

Sniglagift

Sniglagift í Tórsbyrgi (Myndir: Birgir Kruse) Hesa árstíðina síggjast nógvir sniglar millum plantur. Ráð eru fyri tí. Fimtu hvørja viku stroyða vit sniglagift, har plantur standa. Omanfyri sæst ein posi frá Jógvani Weihe við sniglagoft í posa í trillibør á Tórsbyrgi. Almenna ruddingardagin í Tórshavnar kommunu vísir Meta formaður hvussu sniglagiftin verður stroydd bæði um plantuna, eina avbitna páskalilju, og undir steini, har sniglarnir halda til og fjølgast.

Fyrstu sóljurnar

Undir Lágargarði sæst hundurin Gaia við fyrstu sóljurnar í Tórsbyrgi. Mai mánaður er júst byrjaður. Um stutta tíð er hvørt gil í Tórsbyrgi avtakið við sóljum. Hetta er byrjanin...

Summardáarnir komnir

Bjarnvarður heintar fyrstu summardáarnar í Tórsbyrgi (Mynd: Birgir Kruse) So hava fyrstu summardáarnir lagt seg oman yvir tættklipta felagsøkið í Tórsbyrgi. Bjarnvarður er skjótur at heinta, so vøllurin aftur verður grønur og ikki køvist undir summardáunum. Summarið nærkast.

Fyrsti sláttur í Tórsbyrgi

Gutti slær grasið soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Í nevanum ber hann ársins fyrsta sevjumikla bøkk av felagsøkinum. Niðast sæst Jón við punkteraðu trillubørini, sum fyrstu ferð í ár er fylt við nýslidnum grasi. Kanska orkaði hon ikki byrðina (Myndir: Birgir Kruse) Gutti, sum býr í nummar 30, stóð fyri ársins fyrsta slátti á felagsøkinum í Tórsbyrgi. Nú er økið aftur sum ein golfvøllur, mjúkur og so snøggur, at tú mást leggja hond á hann at hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta. Tá plagar Bjarnvarður í nummar 31 at verða skjótur at henta, so hvørt teir vaksa og spjaða seg út á grøna vøllin. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.