Uppi á oynni í Koltri sæst, at ravnur hevur verið skotin. Her hava fólk lagað sær býli úr gróti og sanniliga eisini drigið eina minu niðan í hagan at fjala seg í. So er klárt at skjóta og fáa gjald fyri nevið. Tí er ravnur so styggur.
Longur niðri eru síðhærdu kálvarnir av skotska hálendinum, sum fáast til matna á Hotel Føroyum. Men uppi í brekkuni eru kvígur og tarvar. Koltursoksar, sum orðabókin sigur. Kemur tú ov nær, fara neytini at renna. Tað er tað nærmasta eg havi verið stampede. Jørðin skalv, tá neytini í Koltri runnu. Tá varð ikki lukkuligt at vera fyri. Lítið hjálpti at leypa upp om hegnið, tí ovasti tráður førdi 6000 volt.
Neytahaldið verður nevnt sjálvrektruterandi sláturneytahald.
Í 2004 gjørdist Koltur vistfrøðilig oyggj við serligum, altjóða góðkendum búmerki. Á heimasíðuni http://www.koltur.com/ verður upplýst at 5 fólk búgva í oynni. Tey liva av seyða- og neytahaldi og ferðavinnu. Her er gott ferðasamband við tyrlu, gott breiðbandssamband og elektrisetsverk við dieselmotori.