




Hesa árstíðina síggjast nógvir sniglar millum plantur. Ráð eru fyri tí. Fimtu hvørja viku stroyða vit sniglagift, har plantur standa. Omanfyri sæst ein posi frá Jógvani Weihe við sniglagoft í posa í trillibør á Tórsbyrgi. Almenna ruddingardagin í Tórshavnar kommunu vísir Meta formaður hvussu sniglagiftin verður stroydd bæði um plantuna, eina avbitna páskalilju, og undir steini, har sniglarnir halda til og fjølgast.