Skip to main content

Posts

Charley close up

Stuttligt at møta aldrandi stjørnuni Charley Pride og sleppa at taka myndir av honum, nær hjá. Hann er 71 ára gamal, frískur og ferðugur. Ovasta myndin er tikin í bussinum til Havnar, meðan sólin setir yvir Vágalandið. Niðaru myndirnar eru tiknar í flogarinum hjá Atlantic Airways úr Dublin til Vágar. Tatoveringina, sum Allan hevur á arminum, dámdi honum einki. - Við mínari myrku húð kann eg jú ikki gera sovorðið, segði Charley og legði beinan veg upp til at tosa um at vera svartur í eini hvítari countryverð. - Call me what you want; I used to be a negro in the sixties, then black, then coloured and then Afro American. So call me what you want, segði ein ertandi og skemtingarsamur Charley longu í flogfarinum.

Hallur Joensen 'Smile'

Húsin á nýggju fløguni 'Smile' hjá Halli Joensen. Hetta er onnur fløgan, hann gevur út. Hóast enskir, hava seks av sangunum føroyskan uppruna Nú er hon her, nýggja fløgan hjá Halli Joensen ‘Smile’. Umframt at Edgar Struble skrivar liner notes innan í húsanum, havi eg eisini fingið heiðurin at skriva nøkur orð. Tey eru her: This is the second album from Hallur Joensen. His first release Pickin’ Time in Nashville (2008), has so far been the fastest selling in Faroese history. Half a century has passed since Faroese pop music was recorded and published for the very first time, especially thanks to the group Tey av Kamarinum . Two years earlier the Faroese broadcasting station, Útvarp Føroya , was founded. Together with local dancing places around the islands they were pioneers and created the base for a new and varied market. If anyone should decorate a Faroese musical package comprising half a century of music with a ribbon in a bow, Hallur Joensen is the right person. Not onl

Sporini vaksa úr orðum

Ovast sæst filmsplakatin og niðri undir eru tey bæði, leikstjórin Katrin Ottarsdóttir og høvundurin og filmsevnið Jóanis Nielsen, avmyndaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá fyrireikingarnar til filmin byrjaðu (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Hóskvøldið 3. desember 2009 kl 20:00 frumsýnir Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya. Filmurin, sum lýsir Jóanes Nielsen, varir 75 min. Frumsýningin er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Katrin Ottarsdóttir hevur áður gjørt filmar um listamenninar Hans Paula Olsen og Tórodd Poulsen, sum eins og Jóanes eru úr Havn. Eins og í hesum báðum førum verður nýggi filmurin Sporini vaksa úr orðum at fáa á DVD við eyka tilfari. Katrin Ottarsdóttir um filmin: Sporini vaksa úr orðum man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ival

Hvør fjøl á flot – við Charley Pride!

Charley Pride og sonurin Dion. Eins og bróðurin Stephen fara teir at syngja og spæla á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi (Pressufoto) Sunnukvøldið 22. november 2009 kl. 18:00 fer Charley Pride á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Samstundis hevur Hallur Joensen útgávukonsert við einum nýggjum føroyskum Charley Pride sangi. Tað eru HB-Stuðlar, ið skipa fyri stóru countrykonsertini, har eisini beiggi Charley Pride, Stephen, og sonurin Dion, fara at framføra egnar sangir. Eins og snella, lívflýggj og hýsa, er navnið Charley Pride ein inngrógvin partur í teirri føroysku orðabókini, sum enn livir millum grótlagaðar permur á bygd. Ja, vit kunnu fara innar í kovar í somu langfarabygdum og finna Charley Pride millum salt, grýn og aðra húsarhaldsvøru. Tí tað er júst tað, ið Charley Pride er í Føroyum – húsarhaldsvøra. In the Middle Of Nowhere á sjógvi og landi, her vit royna at búleikast. Tað vóru langfaramenn, sum longu í sekstiárunum góvu okkum ikki bara fisk, men eisini dagsins gramm

Elektronisk sálmabók

Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðin við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna.  Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum.  Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og yrkjarar í allari bókini. Og Bíbliuni eisini

Ársins átak

Leygardagin varð marsjerað úr salinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu og niðan í nýggja Herbergið á Dalavegi 1. Nógv fólk møtti og øll vóru fegin um átakið í endurreista Kagganum (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin varð nýggja Herbergið hjá Frelsunarherinum tikið í brúk á Dalavegi 1. Ein hátíðarlig løta, sum í Havnargøtum er fylt við symbolikki. Fyri hálvari øld síðani hildu mormonar til á somu grund. Helst vóru teir bara menn. Men ein granni, sum búi longur niðri á Dalavegnum, mintist at norska Jórun búði á loftinum og onkuntíð opnað vindeygað, at syngja norskar sangir yvir Havnina. Kanska ein fyrijáttan um norsku rótina í Frelsunarherinum, sum nú er gróðursett á sama staði. Men ímillum hesar hendingar er rúm tíð, har hølini hava hýst ølklubbanum Kagganum. Ella frítíðarfelagnum , sum telefonbókin segði. Tá Kaggin fór á heysin, keypti Frelsunarherurin hølini. Men plágurnar vóru ikki av fyri tað. Eins og í Gamla testamenti kom vatnflóðin og skolaði alt úr kjallaranum. Og mong ár innan he

Miðlarnir og eg

Avmyndaður í Rás2 eina djúpa løtu meðan tosið er um coyntrytónleik og fiskiskap. Hallur Joensen bíðar uttanfyri. Verturin situr fyri borðendanum... Fríggjadagar er nýtt Vikuskiftisblað í Sosialinum. Blaðið setir nýggjan grafiskan standard. Mett saman við nýggjastu útgávuni av blaðnum Kvinnu eri eg sannførdur um at grafiska vinnan hevur tikið seg nógv fram í Føroyum. Og í hesum føri ikki eitt orð um innihald. Burtursæð frá at eg sjálvur sleppi at brúka meg um miðlar í nýggja Vikuskiftisblaðnum. Tað gjørdi eg forrestin longu í 1987, tá eg ummælti sjónvarp í Sosialinum. Siktið við dagsins fjølmiðlaspurningum er, sambært ritstjóranum Innu Tornroos, at fáa eygað á hvat er vert at brúka tíð uppá í miðlunum. Her eru so míni boð: Dag- og vikubløð Lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi. Heimasíður Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi Google sum startsíðu og brúki onkrar dagar nógva tíð at skriva í mín egna blogg. Tað velst um evnið. Tó

Meiri enn túsund orð

- Munnu tey vera glað? Ovast sæst mynd úr Sosialinum, sum Jens Kristian Vang tók. Niðanfyri sæst mynd úr Dimmalætting, sum Alan Brockie tók. Báðar myndir eru úr viku 43. Mangur man undrast, hvat fyriferst á tíðindafundum. Í vikuni vóru í hvussu er tvær myndir, sum bendu á at tíðindaarbeiðið er lítið hugaligt. Í fyrra førinum var tað Sosialurin, sum hevði eina mynd av trimum brúnasíðum luttakarum á tíðindafundi hjá Tórshavnar býráð. Í seinna førinum er fundur á Dimmu, har hummaramálið er fyri. Journalisturin, sum er í miðdeplinum, er samdur við Birgari á fyrri myndini. Hann ynskir seg langt burtur. Jú, ein mynd kann siga meiri enn túsund orð. Hesa tíðindavikuna varð tað staðfest tvær ferðir...