Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðin við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan
Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna.
Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum.
Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og yrkjarar í allari bókini. Og Bíbliuni eisini.
Í eini handavending kunnu vit staðfesta at navnið Antikristus kemur tríggjar ferðir fyri í Bíbliuni. Tað hevði verið munin drúgvari at blaða alla Bíbliuna ígjøgnum.
Í dag eru allar føroyskar skúlabøkur elektroniskar á Google Book Search. Umframt at lesa, kunnu vit leita og samanbera. Tað at lesa er ikki longur ein førleiki, ið flytir seg beint fram, liniért, frá fyrsta orði ovast á síðuni og so til høgru, fram í tekstinum, til liðugt er. Elektroniska bókin letur upp fyri lesing, sum við hyperlinks rennir seg á kav inn í tekstin. Ikki bara lesiførleikin, men tøknin og persónliga forvitnið lata upp fyri einum nýggjum umhvørvi, sum í upphavi er skrivaða orðið.
Heimsins størsti bókahandil, Amazon, sigur í hesum døgum at fyri hvørjar hundrað bøkur selja tey 48 elektroniskar bøkur. Tað vil siga at onnur hvør bók er elektronisk. Kindle, er heitið á lesiamboðnum hjá Amazon. Enn er bara enskur tekstur at lesa, men perspektivini handan elektroniskar bøkur eru spennandi og hava longu lisið seg inn í føroysku mønina.
Á blaðsíðu 170 letur aktuella fíggjarlógaruppskotið hjá løgtinginum okkum vita, at nú verða Skúlabókagrunnurin, KT-depilin og Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð løgd saman. Ikki langt frá Kindle er samanlagda føroyska heitið Vitin. Við frest til ársbyrjan er Petur Zachariassen settur at leiða tilgongdina. Við hepni hevur hann longu sett http://www.snar.fo/ í verðina, so hetta er ein spennandi heimlig samanrenning millum bókstav og tøkni.
Men hví sálm nummar 370?
Jú, um somu tíð, sum henda søgan tók við fyri fjøruti árum síðani, var eg grønur skóti í Havn. Patruljan æt Ørnin og ein av lagsbrøðrunum var Magni úr Eysturbýnum. Sjálvur búði eg á Hvarvinum.
Tá eg um dagarnar fór til arbeiðis, setti eg bilin á Skálatrøð og gekk so heimeftir at skriva meg inn í Ráðhúsið hjá Tórshavnar kommunu. Komin til Glitnir møti eg Magna. Hann tørnar fyri, tekur í hondina á mær og fortelur um at vera heima millum túrar.
Ímeðan fer hann at syngja sálmin nummar 370 Gakk tú tryggur fram við góðum treysti. Vit ganga niðan brekkuna og framvið horninum á Gourmet.
Magni, sum nú er komin til seinasta ørindi, trýstur stevfastur í hondina, meðan Gamla Danmark og dómkirkjan daga undan Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til at Guð er altíð nær.
Magni er liðugur og við glitrandi eygum ynskir hann mær ein góðan dag.
Sjálvur vendir hann oman aftur í Glitnir og eg gangi fram við gamla súkkluverkstaðnum hjá André Andrésen.
Tá má eg sanna at sálmar eru úr kjøti og blóði. Elektroniskir ella ikki, eru teir dagdvølja og høvisyrking til dagin og vegin.