Skip to main content

Ársins átak






Leygardagin varð marsjerað úr salinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu og niðan í nýggja Herbergið á Dalavegi 1. Nógv fólk møtti og øll vóru fegin um átakið í endurreista Kagganum (Myndir: Birgir Kruse)

Leygardagin varð nýggja Herbergið hjá Frelsunarherinum tikið í brúk á Dalavegi 1. Ein hátíðarlig løta, sum í Havnargøtum er fylt við symbolikki.

Fyri hálvari øld síðani hildu mormonar til á somu grund. Helst vóru teir bara menn. Men ein granni, sum búi longur niðri á Dalavegnum, mintist at norska Jórun búði á loftinum og onkuntíð opnað vindeygað, at syngja norskar sangir yvir Havnina. Kanska ein fyrijáttan um norsku rótina í Frelsunarherinum, sum nú er gróðursett á sama staði.

Men ímillum hesar hendingar er rúm tíð, har hølini hava hýst ølklubbanum Kagganum. Ella frítíðarfelagnum, sum telefonbókin segði. Tá Kaggin fór á heysin, keypti Frelsunarherurin hølini. Men plágurnar vóru ikki av fyri tað. Eins og í Gamla testamenti kom vatnflóðin og skolaði alt úr kjallaranum. Og mong ár innan hevði eldur herjað gamla staðið. Men saman við MAP arkitektum eru hølini gjørd í stand og innrættaði til endamálið. Bert trappan millum hæddirnar kennist aftur. Har barrin á miðhæddini var, er eitt av teim 13 gistingarúmunum til heimleys.

- Hetta er ársins átak, helt Petur Háberg Jacobsen, tá eg møtti honum í trappunum. Myndamaðurin Pusse, J. A. Arge, legði afturat at nú mátti Føroya søga skrivast umaftur, so stórt var hetta. Abbi hansara var ídnasti forsprákari fyri rúsdrekkabanninum fyri 100 árum síðani. Mín gamli fimleikalærari Oddmar á Steig var eisini fegin um átakið, tá eg møtti honum á loftinum, har billiardborðið í gamla Kagganum stóð. Úr hesum hølum er stórt panoramavindeygað.

Á tilsamans 500 fermetrum eru ikki færri enn 42 rúm, ið tilsamans eru karmurin um eitt ljóst og snøgt herberg fyri heimleys, sum Frelsunarherurin rekur.