Skip to main content

Posts

Sirkus Föroyar letur upp í Havn

Tey gera klárt at lata Sirkus upp í gomlu Skósøluni hjá Jóan Jakku í Vágsbotni í Havn. Ovast stendur Sunneva í durinum, meðan ein av Pixelgentunum málar veggin. Síðani sæst hon í barrini. Niðast er Sunneva avmyndað saman við medeigaranum Jóel Briem til vinstru og virkandi borgarstjóranum Boga Andreasen til høgru (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld kl 20:00 lata Sunneva Háberg Eysturstein og Jóel Briem upp Sirkus Föroyar niðri í Vágsbotni, har sum skósølan hjá Jóan Jakku var fyrr. Konseptið er hitt sama, sum til fyri stuttum var í Reykjavík undir sama navni. Og tað eru júst fólkini aftanfyri alternativa og hugnaliga tilhaldsstaðin í Reykjavík, ið hava samstarvað við Sunnevu um Sirkus Föroyar . Havnin verður heilt víst ein lívligari býur eftir hetta. Og ikki er tað sørt, at Sirkus er eitt gott brand. So hvør veit, kanska fara Sirkus Föroyar , sum einki annað, at seta Havnina á heimskortið. Eitt spennandi átak!

Miðlabreytin í Kommunuskúlanum

Miðlabreytin í stovu 201 Kommunuskúlanum. Eg vísi teimum bloggin, tú lesur úr, og kolofonina í bókini "Fjølmiðlar", sum tey hava lisið (Myndir: Louisa Johnsdóttir og Bergur Rasmussen)  Í dag vitjaði eg Miðlabreytina í Kommunuskúlanum. Tveir dagar um vikuna, mánadag og fríggjadag, hava tey 15 Miðlabreyt í stovu 201. Lærarar eru Louisa Johnsdóttir, Fríðhild Petersen og Bergur Rasmussen. Hetta var fyrsta vitjan. Eftir jól fara tey út at vitja fyritøkur og stovnar, sum fáast við miðlar, og eisini at fáa fólk á vitjan. Næmingarnir vóru sera funky-fresh , fyri at brúka teirra málisku. - Miðlarnir hava makt á okkum, tí er tað so áhugavert og eisini umráðandi at fáast við miðlar, sigur Rakul Johannesen, sum gongur á Venjingarskúlanum. - Vit eru í starvslæru hjá fjórða statsvaldinum, sigur Andras J. L. Petersen, sum gongur á Eysturskúlanum. Miðlarnir kunnu veruliga hava ta ávirkan, at teir verða eitt fjórða statsvald, heldur Andras. Spennandi flokkur við spennandi áskoðanum. Lo

Havnar søga løgd fram

Hósdagin vóru tríggjar nýggjar bøkur í røðini Havnar søga lagdar fram á almennari samkomu í Mullers Pakkhúsi. Løtan var serliga hugnalig, tú her angaði av gløgg, jólatræið var pyntað og Tey av kamarinum og Simme og tey sungu og spældu. Høvundarnir at Havnar søgu, sum nú telur tilsamans 1800 blaðsíður og førir okkum fram til 1909, eru Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen. Jákup Simonsen hevur samskipað útgávurnar fyri Tórshavnar kommunu, meðan Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, hevur staði fyri bókaútgávuni. Anna Brimnes býarbókavørður og Pól á Kletti, blaðmaður á Dimmu, vóru skjót at blaða upp í hesum vakra og stórbara verki, sum nú fæst í bókabúðunum.

Føroyskur tónleikur í hálva øld

Heiðursskjøl vóru latin Teimum av Kamarinum og Simma og teimum, tá bøkurnar um Havnar søgu vóru lagdar fram í Mullers Pakkhúsi hósdagin. Orsøkin er at hálv øld er runnin síðani Tey av Kamarinum góvu fyrstu plátuna út og løgdu lunnar undir tónleik á plátu á móðirmálinum. Samstundis er hálv øld runnin, síðani Simme lat upp Simme Musikkhús, sum enn er til í miðbýnum. Á rútmiska tónleikaøkinum hevur Simme gingið undan og er enn virkin í Tilhaldinum hjá Tórshavnar kommunu.

Muleskinners eystan Múla

Felagssangur í gomlu húsinunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jóogvani, á Viðareiði. Síðani síggjast Hallur og Ragnar við gittara, Jóan Petur við harmoniku, Milson við Hawaii steel gittara, Sonhard við gittara og hatti, Petur við fimm teimum bestu, Petur við fløguni Smile hjá Halli, ársins Hank Williams útgáva knýtir Oddbjørn og Petur, Milson og Jóan Petur lesa úr sangbókini hjá Hank Williams og at enda síggjast tveir fegnir kúrekar - Jóhan og Sonhard (Myndir: Birgir Kruse) Árligi jólafundurin í countryklubbanum við teim mongu nøvnunum var hildin á Viðareiði leygardagin. Sum vant er skráin drúgv og tøtt, og maturin góður. Fleiri hava ljóðføri við og sangbókin hjá Hank Williams er altíð frammi. Fastur táttur er eisini at hoyra Petur Rouch velja fimm tær bestu útgávurnar, hann hevur varnast undanfarna árið. Í ár vóru tvær føroyskar útgávur millum hesar fimm. Tær bestu útgávurnar í ár vóru hesar: The Flatlanders Hills and Valleys Hallur Joensen Smile James Hand Shadow on the Ground Gene Watson

Á hellu eg stóð

Í samljóði við Kristian á Brekkumørk kundu vit sunnudagin lesa Á hellu eg stóð . Dagin fyri var countryklubbin møttur í hugnaligu húsunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jógvani, á Viðareiði. Sunnudagin gingu vit oman á Helluna. Hóast grátt í veðrinum var gott útsýni, m.a. til Múla har vit vóru fyri tveimum árum síðani. Næstu ferð vit hittast í countryklubbanum verður á Hellunum í november 2010. Giti, at allir gleða seg.

At fara til viðar

At fara til viðar Kaffi úr svørtum morgni Posi úr Skemmu Rót úr rútmu Granni úr kapelli Vinir úr túni - til Eiðis Viðareiðis, that is!

Sporini vaksa úr orðum

Katrin og Jóanes stóðu í hurðini og tóku móti gestum til frumsýningina. Jóanes situr hugsunarsamur á pallinum, innan fólk koma inn. Hvørki hann ella nakar áskoðari hevði sæð filmin innan hann varð frumsýndur. Heðin Mortensen borgarstjóri beyð vælkomin og Katrin Ottarsdóttir segði nøkur orð um filmin innan sýningina. Eftir sýningina vórðu bukettir handaðar og Katrin og Jóanes settu seg á pallin og tosaðu eina løtu um filmin. Endin á filminum er stuttligur og speiandi. Helst er tað júst hetta, Carl Jóhan og Jóanes tosa um. Meira sigi eg ikki (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld frumsýndi Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya, í Havn. Filmurin lýsir rithøvundin Jóanes Nielsen, og er hin triði, sum Katrin hevur gjørt um listamenn úr Havn. Frumsýningin var partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu, so Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin til hugnaligu løtuna. Katrin Ottarsdóttir greiddi síðani frá um filmin og hvussu hann bleiv til.

Mountain of Love

Í juli í ár sang Charley Pride Mountain of Love fyri fyrsta svarta amerikanska forsetanum Barack Obama. Myndin er tikin við hetta høvið. Til vinstru sæst umboðsmaðurin John Daines, ið hevur samstarvað við Charley í 30 ár og tryggjar at hann er frískur og ferðugur. Síðani sæst forsetafrúan Michelle, kona Charley Rozene, Obama forseti og Charley sjálvur. - He's a great American, sigur Charley um Obama. Hvíti Harald Dorman, sum yrkti Mountain of Love , er úr somu bygd sum Charley, ið minnist tíðina við skipaðum rasuskilnaði í Amerika. Tað var akkurát sum í filminum In The Heat of the Night, har Sidney Poitier spældi Mister Tibbs. - Meðan Harald Dorman sat við tey hvítu borðini og eg við tey svørtu á kaffistovuni, so brúkti eg í huganum altíð báðar inngongdir, segði ein reflekterandi Charley, tá eg møtti honum á parnassinum á Hafnia. Ein partur av samrøðuni kemur í Sjónvarpið 2. jólakvøld.

Hallur og Charley

Hallur Joensen og Charley Pride á palli (Myndir: Marianna Johannessen) Marianna Johannessen, sum hevur Photocare í Klaksvík, hevur tikið nakrar frálíkar myndir av Halli Joensen saman við Charley Pride á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, sunnukvøldið 22. november 2009. Beint nú er avbjóðingin at klippa samrøðurnar við Charley niður til ein hálvan tíma ella so. Sum aldri áður fer orðafellið Kill Your Darlings at krevja sín rætt, nú eg annan dagin fari at klippa.

Á flogi við Charley

Myndir frá flogferðini úr Dublin, har vit heintaðu Charley Pride leygarmorgunin, úr Sandavági og av Parnassinum á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen, Allan Samuelsen og Birgir Kruse) Umborð á flogfarinum hjá Atlandsflogi var nógv at tosa um. Charley Pride hevði ferðast ein mánað í Írlandi og var spentur at hoyra um hetta landið, ið hann ikki kendi, men sum tó hevði uppruna í júst Írlandi. Men ikki skilti hann, hvussu írsku munkarnir funnu higar. Men víkingar kendi hann nógv til og vildi hoyra hvussu ymisk nøvn og hugtøk vórðu úttalaði. Charley gongur nógv upp í stjørnutekin, nær ein er føddur og hvat, ið er eins mótsetningur. Serliga fegin var Charley at lesa týddu greinina Kjølfest í Klaksvíksblaðnum Leikar í Lund og at síggja eitt fotoalbum hjá pápa mínum frá St. Johns í Nýfunnlandi 1961. Hann vildi eiga Klaksvíksblaðið og tað var sjálvandi lagamanni. Umboðsmaðurin John Daines fylgir við í øllum hjá Charley. Teir hava samstarvað í 30 ár og vita hvussu ein orkar at halda á on the