Hósdagin vóru tríggjar nýggjar bøkur í røðini Havnar søga lagdar fram á almennari samkomu í Mullers Pakkhúsi. Løtan var serliga hugnalig, tú her angaði av gløgg, jólatræið var pyntað og Tey av kamarinum og Simme og tey sungu og spældu. Høvundarnir at Havnar søgu, sum nú telur tilsamans 1800 blaðsíður og førir okkum fram til 1909, eru Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen. Jákup Simonsen hevur samskipað útgávurnar fyri Tórshavnar kommunu, meðan Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, hevur staði fyri bókaútgávuni. Anna Brimnes býarbókavørður og Pól á Kletti, blaðmaður á Dimmu, vóru skjót at blaða upp í hesum vakra og stórbara verki, sum nú fæst í bókabúðunum.