Skip to main content

Á hellu eg stóð



Í samljóði við Kristian á Brekkumørk kundu vit sunnudagin lesa Á hellu eg stóð. Dagin fyri var countryklubbin møttur í hugnaligu húsunum hjá Smiðinum, ella Lítla Jógvani, á Viðareiði. Sunnudagin gingu vit oman á Helluna. Hóast grátt í veðrinum var gott útsýni, m.a. til Múla har vit vóru fyri tveimum árum síðani. Næstu ferð vit hittast í countryklubbanum verður á Hellunum í november 2010. Giti, at allir gleða seg.