Skip to main content

Posts

Til Kina og aftur

Hotellið GEM SoHo. Italska matstovan S.P.Q.R. Ljósareyður Vespascootari og súkklur at leggja saman. Vegamótið Italia-Kina. Børn tekna í kinesiskari kirkju. Kinesiskur fiskamarknaður og McDonalds. Amerikanska og myanmarska flaggið síggjast nógva staðni. Standmynd av Konfucius. Lokali krambakallurin sigur okkum frá um lokala bjórið. Niðast ein gonga av Hara Krishna munkum, Hallstein til høgru og hotellið fyri framman (Myndir: Birgir Kruse) So eru vit komin til New York. Skýggjað og passandi hiti. Hava skrivað okkum inn á GEM SoHo Hotel, sum er í millum SoHo og Little Italy á Manhattan. Gingu ein túr gjøgnum Mullberry Street í Little Italy, har vit ótu ein døgurðabita, panini , í rómverska ríkinum, S.P.Q.R. Um hornið, har Mullberry skarar Canal Street, byrjar Chinatown. Løgið, at ganga úr einum landi og inn í eitt annað, bara við eitt fótafet. Men soleiðis hava tey í nýggjum tíðum bygt land, her um leiðir. Undan tilflytarunum vóru sjálvandi indiánararnir, sum vit enn tann dag í dag verð

Houston, we have a photo!

Rúmdarmaður við KSC inngongdina. Uppslag í inngongdini. Gamlar rakettir (Myndir: Birgir Kruse) Kennedy Space Center (KSC) er stutt frá Orlando, sum íður við tema parkum sum Disney World, Sea World og Universal Studios. Øll støðini draga barnafamiljur til sín og kosta hópin av pengum og longum bíðirøðum. - It will set you back some dollars, sum tey siga her. Bara Universal parkin kostar 84 dollar fyri ein vaksnan, meðan KSC kostar knapt helvtina, 41 dollars. Hin fyrra er ógvuliga avmarkað, meðan hin seinna saktans varir fimm tímar við góðum og spennandi innihaldi. Ein orsøkin at velja KSC er eisini at í USA er eydnast at skapa eitt egið brand kring rumdarferðir, sum eingin hevur nakað ilt at siga um. Hetta brand nemur um eina leið við tjóðskaparsinni, frælsi og framburð hjá hvørjum einstøkum borgara. Amerikanska samtykkið er stórt og eintýðugt, tá talan er um rumdarferðir og -gransking. Í so máta ein upplyftandi vertikal uppliving.

Til mánan og longur

The Vehicle Assembly Building hjá NASA á Kennedy Space Center. Onnur og triða myndin eru modell, sum vísa inn í bygningin. Niðast er sjálv sendistøðin (Myndir: Birgir Kruse) Í hesum bygningi, sum er heimsins fjórðstørsti, ger NASA rakettir, sum fara til mánan og longur. Á niðaru modellmyndunum er gjørdur tvørskurður inn í bygningin og niðast sæst sjálv sendistøðin, sum er á einum tanga eystanfyri Orlando.

Fyrsti maður á mánanum

Búmerkið hjá Apollo 11. Uppslag í høllini um hendingina. Forsíðan á Politiken við sama høvið (Myndir: Birgir Kruse) Neyvan man nøkur rúmdarferð standa so klár í minninum, sum tann hjá Neil Armstrong og teimum í Apollo 11 á sumri 1969. Í hvussu er hjá mínum ættarliði. Kanska hevur Útvarpið størsta heiðurin í hesum føri. Í stóru rúmdarhøllini, sum sýnir allar Apolloferðirnar, er eitt full size rúmdarfar við øllum pørtum og liðum sýnt fram. Burturfrá, standa fleiri av heimsins fremstu avísum frá juli 1969, teirra millum Politiken.

Bílig gisting

Dømi um kupong hefti við bíligum hotellum í Florida. Sum sæst niðast til vinstru, kann heftið takast niður, um tú hevur iPhone (Mynd: Birgir Kruse) Alla staðni í USA fáast ókeypis kupong hefti , sum upplýsa um bíligar gistingarmøguleikar. Í hvørjum stati verður upplýst, bý fyri bý, hvørji hotel eru við í tilboðunum. Ikki ber til at bíleggja um telefon ella meyl. Tilboðini eru on a walk in basis only . So torir tú at ferðast og gista á henda hátt, so ber til at ferðast heilt bíliga gjøgnum alt USA. Lægsti gistingarprísur eg havi sæð í hesum hefti er 19.99 dollars, plus avgjøld. Tú skalt bara vísa kupongina fyri umrødda hotel. Vanligur prísur kann vera upp til tíggjufaldaður. Ert tú í iva um eitt hotell, so er at leita á TripAdvisor á netinum. Hetta er ein effektiv brúkarastýrd tænasta um hotell og ferðing í øllum heiminum. Og so er bara at seta GPS'aran til, skriva navnið á hotellinum og koyra av stað. Tá tú ert á staðnum, kanst tú spyrja GPS'aran um handlar, matstøð og alt

Stay Safe!

Uppslag í ferðabóklingi og minnislepi á hotellinum. Les til dømis út fyri billykilinum, hvussu ein skal gera um mistonksom fólk nærkast bilinum (Mynd: Birgir Kruse) Aldri áður havi eg sæð so nógv ávaringarskelti, sum í Orlando. Tað er ferðavinnan og aðrir almennir myndugleikar, ið ávarða um alt hugsandi brotsmannavirksemi og hvussu hin ferðandi skal sleppa undan hesum. So helst er neyðugt at taka boðini til eftirtektar. Men, knock knock,  vit hava ikki sæð vinaligari fólk enn her. Ella í minsta lagi eins vinalig, og alla aðra staðni í USA. Mangan hava vit havt á munni, hvussu fyrimyndarliga fitt og væl vand amerikansk børn eru, hvørja ferð vit eta morgunmat á skiftandi hotellum. So púra ymiskt frá okkara heimlandi og Norðanlondum annars, har foreldrini ofta lova olmussu, tí børnini terrorisera hús, heim og vitjandi. Tað hendir ikki her. Hinvegin eru amerikansk børn skilliga partar í álvarsligum brotsgerðum. Fyrsta, vit sóu, tá vit komu til Florida, vóru seks uppsløg um burturflutt bø

Lobster in Florida

Suwannee River. Hallstein og Birgir á Red Lobster. Nú sæst, hvat er á tallerkinum (Myndir: Unn og Hallstein) So hava vit koyrt um søguligu Suwannee River og eru í Florida. Áin, sum eisini stavast Swanee River, er kend úr sanginum Old Folks at Home hjá Stephen Foster og Swanee hjá George Gershwin, sum Al Jolson sang. Við ánna er skelti, har fyrstu tónarnir í sanginum kunnu lesast. Her eru pálmar og reyð jørð millum alla grønskuna, har skelti vísa til sitrus- og víngarðar. Nýtt, fremmant, flatt og suðurlendskt. Fyrst steðgaðu vit á í høvuðsstaðnum Tallahassee, sum er studentabýur burturav. Nú eru vit í Orlando, sum av fyrstan tíð var heimstaður hjá sitrusplantasjum, men nú er ein fjøltáttaður undirhaldsbýur, sum við Disney World og Universal Studios tænir ferðavinnuni, ið dregur barnafamiljur úr øllum heiminum til sín. Eisini á matstovunum merkja vit ein sjáldsaman mun. Matskráirnar skifta frá neytakjøti til fisk og sjógæti. Samstundis ber til at síggja, hvat tað er, vit eta. Higarti

The Silence of a Falling Star

Ótíðarhóskandi áhugasavnið við Hank Williams lutum í Montgomery, Alabama. Cadillac bilurin hjá Hank Williams. Standmyndin í miðbýnum og grøvin í útjaðarinum av býnum. Niðast sæst ólavsøkudøgurðin hjá okkum á Days Inn hotellinum í Montgomery (Myndir: Hallstein, Unn & Birgir)  Ársskiftið 1952-1953 doyði Hank Williams á baksetrinum á einum ljósabláum Cadillac convertible. Bilin hevði hann sjálvur keypt í Nashville fýra mánaðir undan. Til høvið hevði hann fingið ein 17 ára gamlan drong at koyra seg norður til Canton í Ohio, har konsert skuldi verða. The Concert He Never Gave er sigandi heitið á hendingini og samstundis einum heimildarfilmi, sum livandi fortelur søguna um seinastu tímar í lívinum hjá Hank Williams. Hann kom aldri fram. Eingin veit, um hann doyði í árinum 52 ella 53 ella í hvørjum stati, og enn minni í hvørjum býi, hann fór av verðini. Læknaligi deyðsváttanina skrivaði ein russiskur tilflytari, sum ikki dugdi enskt. Filmsleikstjórin Paul Schrader hevur í mong ár

Heimbygdin hjá Elvis

Frá føðistaðnum hjá Elvis, Tupelo í Mississippi (Myndir: Birgir & Unn Kruse) Elvis Presley varð føddur í Tupelo, Mississippi 8. januar 1935. Føðistaðurin, ein lítil kroysa, er enn til, eins og fátæksligu samkomuhølini, har Elvis og tey gingu. Fólk á staðnum hava við hepni gjørt hetta til eina heimliga uppliving, sum er annarleiðis enn handlisligu tilboðini í Memphis og Graceland. Elvis vaks upp her, og samkoman á staðnum, First Assembly of God, fekk stóran týdning í lívi hansara. Dentur verður lagdur á, at tær Grammy virðislønir, Elvis fær, eru allar fyri gospel sang og tónleik. Í samkomuhúsinum uppliva vit eitt livandi vekingarmøti, sum tá Elvis var smádrongur, ikki ólíkt hvitusunnusamkomum á okkara leiðum í dag. Eitt nútímans bønhús, Chapel, er reist á staðnum. Her eru minnisplátur settar í veggin, ein er frá Kathy Westmoreland, sum sang við Elvis frá 1970 og til hann doyði. Her eru blíð fólk og tá vit gista, varnast vit tann týdning, Elvis hevur fyri alt økið. Men, sum ein mat

Har lastbilaførarar broyta søguna

Sun Studio í Memphis (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Tað var á hesum staði, at ungi lastbilaførarin Elvis Presley broytti søguna, hina tónleikaligu og mentanarligu yvirhøvur. Húsini, sum eru uttarlaga í Memphis, eru mest átøk Strúkijarninum úti á Reyni. Upptøkuhølini Sun, har Elvis vitjaði fyrstu ferð 18. juli 1953, eru í dag søga, sum ferðafólk streyma til úr øllum ættum at uppliva. Tænastustøðið er gott. Ein rúmligur Sun bussur heintar fólk, púra ókeypis, á hotellunum, har tey búgva. Men lat so fara, at á staðnum sjálvum er alt keyp og søla, uttan tað stóra virðið, mest sum kitsch tað heila. Hinvegin er Elvis Presley heilt vist tað navn, sum er mest sjónligt á allari leiðini, vit hava ferðast. Her er enn ein partur í hansara ævisøgu og amerikansku mentanarsøguni.