Sun Studio í Memphis (Myndir: Unn og Birgir Kruse)
Tað var á hesum staði, at ungi lastbilaførarin Elvis Presley broytti søguna, hina tónleikaligu og mentanarligu yvirhøvur. Húsini, sum eru uttarlaga í Memphis, eru mest átøk Strúkijarninum úti á Reyni. Upptøkuhølini Sun, har Elvis vitjaði fyrstu ferð 18. juli 1953, eru í dag søga, sum ferðafólk streyma til úr øllum ættum at uppliva. Tænastustøðið er gott. Ein rúmligur Sun bussur heintar fólk, púra ókeypis, á hotellunum, har tey búgva. Men lat so fara, at á staðnum sjálvum er alt keyp og søla, uttan tað stóra virðið, mest sum kitsch tað heila. Hinvegin er Elvis Presley heilt vist tað navn, sum er mest sjónligt á allari leiðini, vit hava ferðast. Her er enn ein partur í hansara ævisøgu og amerikansku mentanarsøguni.