Skip to main content

The Silence of a Falling Star

Ótíðarhóskandi áhugasavnið við Hank Williams lutum í Montgomery, Alabama. Cadillac bilurin hjá Hank Williams. Standmyndin í miðbýnum og grøvin í útjaðarinum av býnum. Niðast sæst ólavsøkudøgurðin hjá okkum á Days Inn hotellinum í Montgomery (Myndir: Hallstein, Unn & Birgir) 

Ársskiftið 1952-1953 doyði Hank Williams á baksetrinum á einum ljósabláum Cadillac convertible. Bilin hevði hann sjálvur keypt í Nashville fýra mánaðir undan. Til høvið hevði hann fingið ein 17 ára gamlan drong at koyra seg norður til Canton í Ohio, har konsert skuldi verða.

The Concert He Never Gave er sigandi heitið á hendingini og samstundis einum heimildarfilmi, sum livandi fortelur søguna um seinastu tímar í lívinum hjá Hank Williams.

Hann kom aldri fram. Eingin veit, um hann doyði í árinum 52 ella 53 ella í hvørjum stati, og enn minni í hvørjum býi, hann fór av verðini. Læknaligi deyðsváttanina skrivaði ein russiskur tilflytari, sum ikki dugdi enskt.

Filmsleikstjórin Paul Schrader hevur í mong ár arbeitt við at gera film úr hesum og øðrum pørtum í lívinum hjá Hank Williams Eight Scenes From the life of Hank Williams.

Rullandi akfarið, sum flutti stjørnuna yvir í annað ljós, er nú komið til heiður og æru í heimbýnum Montgomery í Alabama. Hildu vit í hvussu er.

Men her er tað eitt áhugasavn, sum sonurin Hank junior hevur latið goymað hin søguliga bilin, sum sigldi størstu stjørnu í okkara tíð inn í ævinleikan, sum var tað Titanic í 1912 á soloklassa. Og eg má siga at hetta savn í Montgomery, Alabama, er ikki ført fyri at varðveita og enn minni lyfta arvin eftir Hank Williams.

Og so mangla tey tíðuliga stuðlar at reka hetta høli, sum gamaní fevnir um virðismiklar lutir. Umframt søguliga bilin, eiga tey eisini klæðini, Hank Williams var í, hetta søguliga ársskiftið, ávegis til Ohio, og so eitt fitt, stutt bræv frá faðiri til son, Hank yngra, sum skilliga er vinur hjá hesum áhugasavni.

Hank Williams, eldri, hevur uppiborðið eitt betri savn enn hetta. Ella sagt á enskum, tí eg veit at tey sjálvi lesa henda blogg:

Today we have witnessed that the legacy of Hank Willliams, senior, is not represented in a suitable way in downtown Montgomery, Alabama. His legacy has to be taken care of in a more suitable and modern way than this. As of now, this is a disgrace to the legacy of Hank Williams, senior.

Eftira at hava vitjað standmyndina av Hank Williams í miðbýnum og grøvina hjá honum og konuni Audrey, halda vit ólavsøku á hotellkamarinum í Montgomery. Oliven, til minnis um føðistað meistarans, og so keks, ost og pylsu til minnis um alt hitt.

Góða ólavsøku øll somul!