Leygardagin møttust vit gomlu skúlafelagar í Havn. Hesa ferð var yvirskriftin kanska, sum skuldi endurspeglast í borðtalu aftur við døgurðanum og tónleikinum seinni um kvøldið. Vit møttust við Bowlinghøllina uppi á Hálsi og fingu ein vælkomstsnaps úr gotlendska silikonuglasinum. Hans vann kappingina og í góðveðrinum gingu vit oman í Plantasjuna, har vit settust á ein bonk aftanfyri Hvíldarheimið at eta turran fisk, epli og spik frá Gunnduri Fossdal. Síðani førdi skráin okkum oman gjøgnum býin og út á Skálatrøð, har Jan Andersson og Fríða Brekku vístu okkum grafiska verkstaðin, framsýningina við Peter Carlsen og greiddu frá um tøknina handan steinprent. Eisini sluppa vit at svinga gomlu pressuna, sum er frá 1877. Henda dag vóru fjøruti ár síðani Jimi Hendrix doyði, 27 ára gamal. Undir Gráasteini hevði Jóhan Petur savnað allar upptøkur, sum til eru við Hendrix og vit hoyrdu fýra stillar til dagin og vegin. So varð farið út til Hans á Norðasta Horni, har hann og Martin spældu Shadowsløg,