Skitsublokkurin hjá Mikines setir lit á verkið (Myndir: Birgir Kruse)
Í kringvarpstíðindunum sunnudagin vóru høvuðsyvirskriftirnar úr tveimum bloggum. Fyrst úr listablogginum hjá Kinnu og Inger um húkin í Klaksvík, og síðani eitt prát við Eiður Guðnasson, fyrrverandi sendiharra í Føroyum. Í Íslandi er hann so næsadjarvur bloggari, at ein bestaborgarafrúa hevur hótt hann við rættarsókn.
Her í landinum eru nógv skilafólk, sum blogga. Skriva nøkur orð, tí tey hava nakað uppá hjarta. Og har fór fyrsta popp-plátan av bloggastokki: Bee Gees í 1968 It’s only Words, and Words are all I have. Orð eru fátæk, men onkuntíð eru tey alt vit eiga, at lita dagin. Og har var onnur popp-plátan: Chicago í 1970 Colour My World.
Meðan eg bíði við triðju plátuni, skal eg siga at myndirnar omanfyri tók eg í Listaskálanum í januar 2006. Tá sýndu tey fram málningar hjá Mikines, sum hevði verið hundrað, um hann livdi. Serliga spennandi helt eg skitsublokkin vera. Á donskum (who cares) setir Mikines navn á litir og lýsir huglagið. Munch gjørdi tað sama og hundrað ár seinni sett Ketil Bjørnastad tónleik til orðini. Tí í orðunum býr ein styrki, sum brýtur seg longur út enn eindimensjonella pappírið.
Nú nærkast poengið. Umvegis bloggin hjá starvsfelagnum Dorit http://ladosleve.blogspot.com/ rendi eg meg í ein danskan blogg, sum sigur frá um eina bloggstevnu í Frederikssund. Kom í tankar um, at kanska skulu vit, sum blogga í ymsar ættir á føroyskum, sett hvør øðrum stevnu?
Og her fall so triðja popp-plátan: - Is there anybody out there?