Skip to main content

Posts

Hvilkin, hvilkin?

Laurence Olivier sum tannlæknin Szell í Marathon Man: Hvilkin skal eg velja? Hvilkin borin skal eg velja, hugsar tannlæknin Szell, tá hann pínir jødiska Levy í søguni The Marathon Man eftir William Goldman, sum eisini varð gjørd til film við Laurence Olivier og Dustin Hoffman í fremstu lutum. Nú eru tað Nokia og Apple, ið elva til sama borandi spurning: Hvilkin skal eg velja? Meðan tær liggja á borðinum kann eg sanna, at hon til vinstru kann alt, eg í løtuni havi tørv á. Eg ynski mær ikki meir. Hon til høgru kann tað sama, sum eg longu fái opið og ókeypis á telduni. Munurin er bara at nú skal eg skráseta meg hjá Apple, upplýsa gjaldskort og minnast til eina rúgvu av kotum, bara fyri at fáa somu tænastur, sum eg longu havi á telduni. Men kanska er beiska eplið slettis ikki ein telefon, men okkurt heilt annað? Hvilkin skal eg velja: Nokia til vinstru ella Apple til høgru? (Mynd: Birgir Kruse) Lutir av hesum slagi fylla nógv í gerandisdegnum. Eksistentielli gadget-ivin millum Nok

Evi í The Listening Room

Evi syngur í The Listening Room Café í Nashville, meðan Kathy spælir gittar, longst til høgru. Á niðaru myndin sæst verturin, Bryan Cumming, við saksofon til høgru, meðan Vince Gill situr og syngur Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar annað ferðabræv úr Nashville: Mánadagin checkaðu okur út av hotellinum og inn á The Writer’s Room. Tað eru hjúnini Cumming, sum leiga hetta ‘rúmið’ út til tónleikarar og sangarar. Maðurin, sum eitur Bryan Cumming, hevur ljóðstudi í kjallaranum. Hann er fyrrverðandi gittar- og saxofonleikari í rock and roll bólkinum Sha Na Na og hevur millum annað spælt saman við Steven Taylor, sangaranum í Aerosmith, og countrysangaranum Vince Gill, sum ofta hevur verið vertur tá Country Music Association letur virðislønir. Kathy Chiavola og eg vandu saman, og seinni um kvøldið vóru okur aftur á The Station Inn. Hesa ferð vóru tað The Time Jumpers sum undirhildu okkum. Millum limirnar í bólkinum kunnu nevnast Vince Gill, Paul Franklin, Dawn Sears og Kenny Sears, sum er

In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!

Jákup Zachariassen, Hallur Joensen og Paul Leim í Kristuff studio í Hoyvík ídag (Mynd: Birgir Kruse) Grundin er liðug, nú Hallur Joensen, Jákup Zachariassen og Paul Leim í tveir dagar hava arbeitt við nýggju fløguni hjá Halli. Heitið er Enn stendur hurð mín opin og tað skal takast bókstaviliga, sigur Hallur. - Eg lurti eftir øllum tónleiki, ikki bara Hank Williams, men her er opið fyri øllum sjangrum, sigur sangarin úr Klaksvík í einari fríløtu í Kristuff Studio í Hoyvík í dag. Trettan sangir verða á fløguni, ellivu nýggir føroyskir og so tvey coverløg, har tekstirnir verða føroyskaðir. Hesi løgini eru Put me on the Trail to Carolina  hjá Delmore Brothers og In a Town This Size  hjá John Prine. - Henda seinna sangin hevur Martin Joensen klætt í føroyskan búnað og kallað Slatur . Eins og upprunasangurin er hann um at búgva og liva í einum lítlum býi, ella á bygd, har øll kenna øll, og slaturin bráddliga kann taka seg upp, uttan at tú fært gjørt so nógv við tað. Sjálvandi er tað ei

Ferðabræv frá Evi úr Nashville

Evi og Kathy í stovuni í Nashville. Kathy var á fyrstu Listastevnu Føroya og var hin fyrsta at syngja í nýggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði (Mynd: Gudmundur Djurhuus) Evi Tommysdóttir Djurhuus úr Porkeri, sum vit hava hoyrt syngja How’s the World Treating You saman við Pæturi við Keldu, hevur verið í Nashville og vitjað Kathy Chiavola, sum er voice-coach. Kathy var í Føroyum á Listastevnuni í 2001 og Dupultkvartettin í Ebenezer lærdi hana sangin Let the Lower Lights be Burning. Á klippinum frá YouTube niðanfyri, greiðir hon frá um sangin og hvussu hon lærdi hann: Á YouTube syngur Kathy Chiavola sálm, sum hon lærdi í Føroyum Eftir at hava vitjað Kathy, skrivar Evi hetta ferðabræv úr Nashville, púra uttan at eg havi blandað meg: Fyrsta ferð mín til Nashville Ætlanin við hesari ferð til Nashville var at fáa inspiratión og sangvenjing frá tí fantastisku Kathy Chiavola. Hon er eitt kent navn í Nashville og hevur hjálpt mongum kendum countrysangarum við sangundurvísing. Hon var á

Kavi í middagssól

Nólsoy í baksýni úr kamarsvindeyganum, meðan kavin hungur tungur um takrennuna hjá grannanum. Niðast Pinocchio, fyrst í skugga og løtu seinni í sólini, hinumegin húsini (Myndir: Birgir Kruse) Í hvøssu middagssólini hongur kavin tungur niður úr grannatekjuni, innan hann sleppur og dettur, tjums, niður á terrassuna. Meðan hvast mótljós er eystureftir, er skuggi á vestursíðuni, har Pinocchio situr í kavanum móti gula grannavegginum. Løtu seinni er sólin farin vestur um og stavar nú hvast niður á terrassuna hinumegin. Spennandi at eygleiða sólina um middagsleitið, hesa ársins tíð.

At verða skvisaður til vinstru

Colin Firth er George VI í filminum The King's Speech Hóskvøldið var eg til frumsýning í Havnar Bio, har tey sýndu Oscar virðislønta filmin The King’s Speech , sum fer innar í bretska kongshúsið og byggir á veruligar hendingar. Elizabeth II drotning, drotningamóðurin, segði í jólataluni í 1992 at árið hevði verið eitt annus horriblis , har pør fóru hvør til sítt og pressan lá eftir øllum. Og enn hevði Diana prinsessa av Wales fimm ár eftir at liva. Sigst, at drotningamóðurin skal hava forða fyri at henda søga bleiv til film og setti kongshúsið í enn verri ljós. Men so varð ikki. Filmurin bleiv til og bretska kongshúsið er helst komið styrkt úr støðuni. Tí søgan er góð og alment viðkomandi. Í filminum hoyra vit um eitt annus horriblis , sum fór fram handan læstar bretskar kongsdyr undan seinna verðaldarbardaga. George V doyr í 1936 og sonurin Edward VIII tekur við. Men hann sigur kongsheitið frá sær longu innan árið er úti, tí hann vil ganga í hjúnalag við Wallis Simpson, ið ve

Meðan vit bíða eftir Godot

Karina Toftegaard er gestaummælari og skrivar um, tá hon og vinkonan sóu 'Meðan vit bíða eftir Godot' í gjárkvøldið. Dagliga arbeiða vit saman á Skúlabókagrunninum (Myndir: Frá leikinum og Birgir Kruse) Ummæli Karina Toftegaard Eg og ein vinkona gjørdu av at fara til leikin, uttan at vita stórvegis um hann. Jú, hugtakið “at bíða eftir Godot” er ikki soleiðis at koma uttanum, men ikki stórt annað. Vit settu okkum væl til rættis, á fremstu røð. Vit bíðaðu ikki leingi, fyrr enn ljósið varð dempað, og salurin fyltist við ljómandi tónum. “Tíðin rennur sum streymur í á” dundi úr hátalaranum. Hetta vakra og vælkenda lagið. - Fyrsta ørindi. Vakra dreingjarøddin endaði við orðunum ”áraleysur at kalla” og so møttu vit Vladimir og Estragon á fyrsta sinni. Tveir sjarmerandi og - i den grad - menniskjaligir menn, sum stinkaðu av ávikavist tærnagassi og hvítleyki. Eg kundi ikki annað, enn elska teir beinanvegin. Leikarnir vóru sannførandi og hugvekjandi at lurta og hyggja at. Hans T

All this useless beauty - um tá miðlarnir og Miðflokkurin fingu áhuga fyri mentan

Jan Egil Kristiansen hevur avmyndað Saltsiloina á Drelnesi Mentamál hava stóran týdning hjá politikarum og vinnulívsfólki. Í fyrra førinum at breggja sær við, tá vissa er fyri, at hetta er ein útreiðslufrí taburett, og í seinna førinum tá myndlistin passar til innbúgvið á skrivstovuni. Í báðum førum er brúkta mentanarúrslitið ein vøra, a commodity, til persónliga emblematisering. Í vikuni hava allir miðlar borið formannin í nýmentaða Miðflokkinum, Jenis av Rana, á lógvum, nú hann í tinginum hevur uppfunnið eitt nýtt mentapolitiskt hugtak: eina bakaramappu. Kveikin og stigtakarin, handan miðpolitiska nýyrðið er Ólavur Rasmussen, sum hevur givið øllum flokkum, uttan nýmentaða flokkinum, eina bakaramappu, ið sum skilst skal lýsa ætlanina um eitt mentanarhús á Drelnesi, SALT. Undir sólini er einki nýtt. Hvørki politiskt ella mentanarligt. Hóast Hans Holm lærdi okkum um staðsetingar, lokaliseringsástøði, á Læraraskúlanum í 80’unum, er tað í størri mun ein filmur úr somu tíð, ið fa