Laurence Olivier sum tannlæknin Szell í Marathon Man: Hvilkin skal eg velja?
Nú eru tað Nokia og Apple, ið elva til sama borandi spurning: Hvilkin skal eg velja?
Meðan tær liggja á borðinum kann eg sanna, at hon til vinstru kann alt, eg í løtuni havi tørv á. Eg ynski mær ikki meir. Hon til høgru kann tað sama, sum eg longu fái opið og ókeypis á telduni. Munurin er bara at nú skal eg skráseta meg hjá Apple, upplýsa gjaldskort og minnast til eina rúgvu av kotum, bara fyri at fáa somu tænastur, sum eg longu havi á telduni. Men kanska er beiska eplið slettis ikki ein telefon, men okkurt heilt annað?
Hvilkin skal eg velja: Nokia til vinstru ella Apple til høgru? (Mynd: Birgir Kruse)
Lutir av hesum slagi fylla nógv í gerandisdegnum. Eksistentielli gadget-ivin millum Nokia og Apple far meg at hugsa um bæði Fuglakvæði og Regin Smið, sum um dagarnar setti orð á sama iva í einum almennum lesarabrævi: Hvilkin skulu vær velja, skúgvalist ella falkaleik. Valið hjá tannlæknanum stóð millum nakrar leysar bókstavir og so ættarbond millum ein faðir og ein son.
Heldur enn at gera eina sniðfundiga rímu valdi smiðurin at detta so pladask í flórin. Helst tí at hann hvílir í teirri ævigu vissu, at undir hvørjum flóri stendur eitt gylt lið av seminaristum, sum eins og fyrr sópa og halda hann reinan, flórin. Tí soleiðis hevur altíð verið.
Veit ikki, um eg skrivi meg inn í somu søgugongd við at velja Apple fram um Nokia. At eg fari í æviga glatanarflórin.
Skuldi eg sjálvur valt, so hevði eg ikki etið av trænum, men hildið meg til hina gomlu og væl royndu Nokia. Men fyri ikki at verða tíðarvilstur á Edens garðavegi, lati eg meg tøla av tíðarinnar anda – eti av trænum og gangi fram í kór hjá Apple. Nú má bera ella bresta. Nummarið er 555165, veitarin er Kall og merkið er Apple. Yvir og farin.