Jan Egil Kristiansen hevur avmyndað Saltsiloina á Drelnesi
Mentamál hava stóran týdning hjá politikarum og vinnulívsfólki. Í fyrra førinum at breggja sær við, tá vissa er fyri, at hetta er ein útreiðslufrí taburett, og í seinna førinum tá myndlistin passar til innbúgvið á skrivstovuni. Í báðum førum er brúkta mentanarúrslitið ein vøra, a commodity, til persónliga emblematisering.
Í vikuni hava allir miðlar borið formannin í nýmentaða Miðflokkinum, Jenis av Rana, á lógvum, nú hann í tinginum hevur uppfunnið eitt nýtt mentapolitiskt hugtak: eina bakaramappu.
Kveikin og stigtakarin, handan miðpolitiska nýyrðið er Ólavur Rasmussen, sum hevur givið øllum flokkum, uttan nýmentaða flokkinum, eina bakaramappu, ið sum skilst skal lýsa ætlanina um eitt mentanarhús á Drelnesi, SALT.
Undir sólini er einki nýtt. Hvørki politiskt ella mentanarligt. Hóast Hans Holm lærdi okkum um staðsetingar, lokaliseringsástøði, á Læraraskúlanum í 80’unum, er tað í størri mun ein filmur úr somu tíð, ið far meg at hugsa um ætlanina á Drelnesi og seta hana í eitt annað perspektiv, enn tvørrandi vitan um staðseting.
Filmurin, sum er hin truplasti nakrantíð, byggir á søguna um ein gummibarón í Peru, Carlos Fermin Fitzcarrald, sum í 19. øld setti sær fyri at bera ein hjóldampara millum áir og fjøll, og byggja eitt operahús, so Caruso kundi syngja fyri reyðmálaðum mannaátarum og ómentaðum høvdatødnarum. Ein glæstrilig ørvitisætlan, sum undir heitinum “Fitzcarraldo” (1982) er gjøgnumlýst av magiska filmsmakaranum Werner Herzog.
Sanna søgan um gummibarónin Fitzcarraldo kann lesast í staðbundnu Iquito-tíðindum.
Opera er ein meldur av ørastu staklutum í øllum mentanarstrevi, heldur Herzog og eg eri ikki ósamdur. Herzog ber hesa meting við sær innar í frumskógin:
“The fantastic appears in opera as the most natural, thanks to the powerful transformation of an entire world into music. And the Grand Emotions in opera, often dismissed as over the top, strike me on the contrary as the most concentrated, pure archetypes of emotion, whose essence is incapable of being condensed any further. They are axioms of emotion. That is what opera and the jungle have in common."
(Werner Herzog: “Conquest of the Useless” Ecco 2009)
Herzog hevði avtalað ein leiklut við Mick Jagger, men møðsama arbeiðið millum ómentingarnar í frumskógini kom í drag og sangarin fór á konsertferð. Í dag kunnu vit senda honum ein tanka gjøgnum sangin Beast of Burden, sum kom longu í 1977, og helst spøkir aftur í heitinum Burden of Dreams (1982), sum er heiti á heimildarfilmi um Herzog, Klaus Kinski og teirra hugtøku av Fitzcarraldo í frumskógini.
Og hvat kunnu vit so læra av hesum? Úr undirlendinum í poppfrumskógini kann eg bara sitera Elvis Costello sangin frá 1996, sum setir spurnaðartekin við mentan og allan vakurleikan kring okkum: What Shall We Do With This Useless Beauty?
Kanska er lívið nyttuleyst, men stundum er tað vakurt.