Skip to main content

Posts

Tróndur innpakkaður við Ringvegin

Innballað føroyskt grót við Ringvegin í kvøld (Myndir: Birgir Kruse) Steinarnir, sum Tróndur Patursson reisti á bønum frammanfyri Útvarpið við Ringvegin í Havn, eru í dag ballaðir inn í plastikk, sum er heft við reyðum nylon. Hetta er ein listarlig happening í sambandi við ráðstevnu um list í almenna rúminum, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Tað eru næmingar á listabreyt, sum hava ballað standmyndirnar inn saman við Annie Heinesen og Guðrið Poulsen. Tær eru við í fyrirreikingarbólkinum, sum skipar fyri degnum, ið hevur fingið heitið Millum Kongaminnið og kitsch .  

Rekaviður og flytifuglur niðri á Vatni

Niðri á Vatni, norðuri á Eiði, síggjast enn trivaligir viðarbular, sum helst eru riknir inn av opna Norðhavinum og syftir í briminum um Umvarpið á Mølini. Í 1960'unum gjørdu vit flakar úr hesum rekaviði. Einaferð mannaðu vit tveir flakar og her um leiðir, við hólmin, sum ungmannafelagið Glottin gjørdi í 1930'unum, rendi hin flakin við dýrandi ferð upp á okkara flaka. Helst var hin fyrri tyngri og so vatndrigin, at hann sigldi sum ein supertankari , ið ikki kundi taka ferðina av við tað fyrsta. Úrslitið var at allir fóru til botns og gingu á botninum og hildu at nú var hin seinasta løtan komin. Men so var ikki. Jens Tony Snogebæk Kruse, sum hoyggjaði í bønum, leyp sjóleysur undan Múlakletti og beint á bláman og dróg okkum allar upp á turt. Tað er ikki ókent at smádreingir eru druknaðir her á leiðum. Nú er gøta gjørd kring Vatnið. Ein frálíkur gongutúrur, hóast alt er broytt, ið hvussu er so, sum eg minnist tað. Bæði steinar og vatnstandur vóru heilt annarleiðis tá. Men kan

Páskatúrurin 2011

Ferðaliðið í Reynsmúlalág (Mynd: Birgir Kruse) Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava síðani 2001 skipað fyri gongutúri í Suðrstreymi. Gingið hevur verið skírishósdag, men í ár og í fjør hava hondbóltskappingar órógvað, so gingið hevur verið langafríggjadag í staðin. Í 2008 vóru Jón og Augusta í Bergen, og tá var eingin páskatúrur. Ársins páskatúrur er sostatt hin tíggjundi. Gongutúrurin endar í Tórsbyrgi, har Jón og Augusta bjóða súpan og breyð. Fleiri enn 70 fólk hava verið við øll hesi árini. Skerpikjøt og heimabakað breyð til túrin, sum sæst á navnakortinum (Mynd: Birgir Kruse) Dagurin byrjar við at finna hóskandi klæði og stilvar til skiftandi veðrið, hyggja í kortið og smyrja matpakka til langa túrin, ið varir allan dagin. Skerpikjøt og heimabakað breyð er altíð gott at hava við. Og so eitt blikk ella tvey av páskabryggi. Vit møtast øll á Velbastaðhálsi og ganga í Reynsmúlalág. Jón og Augusta og tvær fittar gentur við talarastólin í Reynsmúlalág (Myndir: Birgir Kruse) Jón og Au

Páskasøga um egg og hønur

Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og síggja seg sjálvar. Eitt er persónliga gudstrúgvin, sum til dømis í Christiansfeld, har Kristus er aðalelsti , øll eta eina kærleiksmáltíð í gomlum klæðum og at enda verða grivin í Guds akuri standandi, upp og niður, klár at møta hinum almáttuga. Annað er sosiala atferðin at taka seg burtur úr heimsins meldu

Fyrsta máltíð uttanfyri

Fyrsta útiservering í Tórsbyrgi, sædd úr tveimum vinklum: Turrur fiskur í eplasalati við Nólsoynni í baksýni (Myndir: Birgr Kruse) Í dag varð fyrsta máltíðin etin uttanfyri. Turrur fiskur og eplasalat. Hvøss sól og hampuliga heitt, har sólin sær, men kalt í skugganum, sera kalt. Eftir at hava regnað mest sum allan morgun, kagaði sólin fram á middegi og rakti eina løtu terrassuna við Nólsoynni í baksýni. Til vinstru í myndini peikar gaffilin á toppin á gamla vitanum í Famará, sum Fyr- og Vagervæsenet tók niður í 1984. Ein av teimum, sum tók hann niður, setti hann á bøin, framman fyri húsunum, árakað mønina hjá Jehova, fyri tjúgu árum síðani.

Couch Surfing

Nýtist mær at siga, hvat fyriferst á køksborðinum? Niðri undir sæst eitt atlas frá Lademann, sum er so avgamalt, at ein ferðaætlan við Winston Churchill hjá DFDS liggur innan í permuni. Men fororðini eru góð, enn sum áður. Klikk á myndina og les tekstin (Myndir: Birgir Kruse) Várið kemur, hækkar sól. Nú eru stundir at leggja summarferiuna til rættis. Rendi meg í eitt gamalt atlas hjá Lademann frá Union bókaklubbanum frá fyrst í sjeytiárunum. Fjøruti ár seinni hava fororðini enn eitt skaldsligt gyldi. Gulnaði, nema tey við ymsar mátar at ferðast, eisini at sita í stólinum og ferðast í huganum. Couch surfing, sum onkur sigur. Ferðing í huganum. Men hetta við couch surfing er eisini vorðin ein ítøkiligur, men ódýrur máti at ferðast uppá, heima, hvør hjá øðrum, á sofuni, hvør hjá øðrum. Men sum árini líða og sólin lækkar, so verður ein dovnari og krevur størri sofu, størri rúm og størri upplivingar. Onga baðistrond, spa og fitness. Nei - bil, fjøll og breiðan veg. Hesuferð eisini gjøgnu

Frá rullu til geyma

Sakaris Stórá við gamlari filmsrullu, Per á Hædd instruerar til myndatøku og niðast sæst Sakaris við geymanum, ið goymir dagsin film (Myndir: Birgir Kruse og Dorit Hansen) Filmur eri ikki tað, ið hann hevur verið. Soleiðis verður sagt um so mangt, kanska serliga um dagsins miðlar. Meðan summir eru tíðarleysir, eru aðrir tíðarbundnir og óloysiliga knýttir at dagsins tøkni, skulu teir brúkast. Meðan klassiska stuttfilmstøddin var 16mm, eru dagsins stuttfilmar talgildir. Og meðan teir gomlu lívfrøðiligu, framkallaðu filmarnir vóru á rullu, eru dagsins talgildu filmar á einum geyma, klárir at seta í telduna. Soleiðis broytast lívsins mongu ýti, eisini á tøkniliga økinum. Ein greiður fyrimunur er møguleikin at flyta film úr einum stað í annan eftir ongari tíð, eisini um internetið. Á mydunum sæst Sakaris Stóra úr Skopun við eini gamlar 16mm filmsrullu frá Statens Filmcentral á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð á Hoyvíksvegnum í Havn, og niðast við einum evarska lítlum geyma, ið ka

Gyrðir Elíasson fær norðurlendsku bókmentavirðislønina 2011

Úr Oslo segði dómsnevndin soleiðis á middegi í dag: ”Nordisk råds litteraturpris 2011 tildeles den islandske forfatteren Gyrðir Elíasson for hans novellesamling MILLI TRJÁNNA (Bland träden) for en stilistisk høytstående ordkunst som skildrer indre og ytre trusler i dialog med verdenslitteraturen.” Gyrðir Elíasson (1961) debuterte i 1983. Han har i løpet av sitt forfatterskap utgitt en lang rekke bøker med kortprosa og lyrikk og fem romaner. I år var det 13 forskjellige forfattere fra de nordiske landene og de selvstyrte områdene på listen over nominerte til prisen. Nordisk råds litteraturpris er på 350.000 danske kroner og blir overrakt til Gyrðir Elíasson den 2. november 2011 i forbindelse med Nordisk råds sesjon i København. Nordisk råds litteraturpris fyller 50 år i år, og Nordisk råd feirer jubileet med en lang rekke aktiviteter. Les mer om prisen, 50-årsjubileet og alle forfatterne på http://www.norden.org/litteraturpris www.norden.org