Skip to main content

Páskatúrurin 2011

Ferðaliðið í Reynsmúlalág (Mynd: Birgir Kruse)

Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava síðani 2001 skipað fyri gongutúri í Suðrstreymi. Gingið hevur verið skírishósdag, men í ár og í fjør hava hondbóltskappingar órógvað, so gingið hevur verið langafríggjadag í staðin. Í 2008 vóru Jón og Augusta í Bergen, og tá var eingin páskatúrur. Ársins páskatúrur er sostatt hin tíggjundi. Gongutúrurin endar í Tórsbyrgi, har Jón og Augusta bjóða súpan og breyð. Fleiri enn 70 fólk hava verið við øll hesi árini.

Skerpikjøt og heimabakað breyð til túrin, sum sæst á navnakortinum (Mynd: Birgir Kruse)

Dagurin byrjar við at finna hóskandi klæði og stilvar til skiftandi veðrið, hyggja í kortið og smyrja matpakka til langa túrin, ið varir allan dagin. Skerpikjøt og heimabakað breyð er altíð gott at hava við. Og so eitt blikk ella tvey av páskabryggi. Vit møtast øll á Velbastaðhálsi og ganga í Reynsmúlalág.

Jón og Augusta og tvær fittar gentur við talarastólin í Reynsmúlalág (Myndir: Birgir Kruse)

Jón og Augusta bjóða vælkomin og børnini vilja eisini royna talarastólin, tá vit eru komin í Reynsmúlalág. Ein felagsmynd verður tikin í brekkuni og Trygvi Sondum, 79, sum er ferðaleiðari, greiðir frá staðarnøvnum og sigur søgur úr økinum.






Trygvi Sondum, 79, er ferðaleiðari og sigur frá nøvnum og søgum á Kirkjubøreyni (Myndir: Birgir Kruse) 

Trygvi greiðir frá fleiri enn 30 nøvnum úr økinum: Fríðafløta, Skøtheyggjar,Semingsstykkið Stóratjørn, Reyðaskriða, Tvørfelli, Reynsmúlalág, Jørtnagil, Heiðaseyður, Reynsmúli, Botnaskarð, Gimbrarnar, Keksisskarð, Álvaskarð, Viðaskarð, Kongavarðar, kyrringartippi, Kirkjubøreyn, Krossvatn, Skarðið, Kirkjubøhagi fyri Handan, Keldurnar, Porkerisvatn, Brekkan Stóra, Reynavatn, Risastova, Kassarnir, Leitið, Rókin Reyða, Malinsvarði, Lundurðin, Sálarbótará, Rókin, Altarshella, Prædikastólur, Argjaskot og Arjaboði. Nøvnini eru sett inn í teldutøka kortið, sum Jón frammanundan hevur sent øllum.



Teir leita og finna í mjørkanum á Kirkjubøreyni (Myndir: Birgir Kruse)
 
Í mjørkanum á Kirkjubøreyni kann vera ringt at finna, tí her er so løgið at ganga. Mest sum einki ýti at ganga eftir, bara smágrót sum í einum gandaðum Tommy Arge málningi.



Dreingirnir savna pelar í haganum so Jón kan tendra eitt bál (Myndir: Birgir Kruse)
 
Umframt træsprek, sum vit hava lagt í ryggsekkin, hava dreingirnir savnað leysar pelar, sum sløddust í haganum, so Jón kann kynda eitt bál við Porkerisvatn, har lagamanni er at vassa og hugna sær í grasinum millum steinarnar.
 







Tey hugna sær við Porkerisvatn á Kirkjubøreyni (Myndir Birgir Kruse og Petur Hansen)
 
Við Porkerisvatn steðga vit og eta matpakkan afturvið anganum av nýkyndum báli. Úr einum træspreki telgir Búi dreingjunum ein mudd og Trygvi sigur søguna um navnið á vatninum, sum eins og Svínoy og Purkhús, bendir á at grísahald hevur verið í Føroyum. Høgni hevur sett saman ein leskiligan grinda-burgara, við turrari grind, turrum fiski, spiki og epli. Eftir góðar og fjøltáttaðar bitar bjóðar Augusta ein kryddaðan ráka. Mestur ein forsmakkur uppá tað, ið nú er í væntu heima í Tórsbyrgi. Takk fyri góða ferð og góðar páskir!