Skip to main content

Fyrsta máltíð uttanfyri


Fyrsta útiservering í Tórsbyrgi, sædd úr tveimum vinklum: Turrur fiskur í eplasalati við Nólsoynni í baksýni (Myndir: Birgr Kruse)

Í dag varð fyrsta máltíðin etin uttanfyri. Turrur fiskur og eplasalat. Hvøss sól og hampuliga heitt, har sólin sær, men kalt í skugganum, sera kalt. Eftir at hava regnað mest sum allan morgun, kagaði sólin fram á middegi og rakti eina løtu terrassuna við Nólsoynni í baksýni. Til vinstru í myndini peikar gaffilin á toppin á gamla vitanum í Famará, sum Fyr- og Vagervæsenet tók niður í 1984. Ein av teimum, sum tók hann niður, setti hann á bøin, framman fyri húsunum, árakað mønina hjá Jehova, fyri tjúgu árum síðani.