Skip to main content

Posts

57 Channels and Nothin' On

Undir pálmunum við hylin í morgun kom róp í. Helst vóru tey farin til hendurs á kamarinum, har fronsku dyrnar stóðu opnar út móti sólini. Pínligt. So skifti ljóðmyndin og bleiv til eina reportasju við Celine Dion úr Las Vegas. Er ilt at skilja millum fiksjón og veruleika á hotellkamarinum í Hollywood, so er verri at finna CNN ella eina aðra tíðindarás. Eftir meir enn hálvthundrað klikk við fjarstýringini gav eg upp. Bruce Springsteen hevði rætt og tað í ólukkumát, tá hann í 1992 sang um allar sjónvarpsrásirnar við ongum á: 57 Channels and nothin' on I bought a bourgeois house in the Hollywood hills  With a truckload of hundred thousand dollar bills  Man came by to hook up my cable TV  We settled in for the night my baby and me  We switched 'round and 'round 'til half-past dawn  There was fifty-seven channels and nothin' on Well now home entertainment was my baby's wish  So I hopped into town for a satellite dish  I tied it to the top of my Japanese

Alt á einum bryggjubakka

Á heygnum Mount Lee (541 m) omanfyri Hollywood stendur eitt av heimsins kendasta skeltum. Ikki tí, hetta eru bara níggju bókstavir, men íborna kraftin er so stór, at ferðafólk fara niðan alla brekkuna at nema við stavirnar ella bara at taka eina mynd, so nær sum slepst. Stavirnir, sum eru 14 metrar høgir, eru frá 1923 og søgdu tá Hollywoodland. Í 1949 varð skeltið stytt og í 1978, tá Hollywood fylti 75 ár, varð skeltið gjørt av nýggjum. Skilligt er at grannalagið í teim krókutu, trongu og brøttu gøtunum, sum eru sannar brandfellur, er í øðini. Vit koyrdu tó so langt niðan sum slapst í bili eftir Tahoe Drive. Útsýnið hinvegin er yvir vatnbyrgingina Lake Hollywood. Frá Hollywood Hills koyrdu vit til Santa Monica Pier. Á hesi bryggju, sum varð bygd í 1909, endar søguliga farleiðin úr Chicago, Route 66. Her savnast fólk at hugna sær á sandstrondini og á sjálvum pierinum. Meðan tann í Santa Barbara brann í botn í 1999, er hesin óskalaður og væl hildin. Hann sæst í fleiri filmum og f

Hvørvisjónir

Øll elska vit at lata okkum tøla av eini góðari søgu, antin tað er í bussinum, sum við vegvísara sigur How to make it in America , ella í persónligari eygnahædd undir hatti á gøtuni. Í Hollywood er hvørvisjónin ein ítøkiligur vinnuvegur, sum tú sleppur at avmynda fyri tips, ein dollara ella so. Michael Jackson er mest sjónliga hvørvisjón, bæði á gøtuni og í sjónvarpi, har Jermaine Jackson tosar um hvørvisjónina av bróðurinum, meðan læknin Conrad Murray verjir seg móti ákærum um óviljað manndráp. Tú kanst eisini gera eina langa søgu stutta og keypa tær tín egna Oscar. Men hvørvisjónir kunnu eisini verða eggjandi fyrimyndir, sum Jackie Chan hjá einum smádrongi úr Hong Kong. Hollywood skeltið sæst úr Kodak biografinum, sum lat upp í 2001 og hevur verið karmur um American Idol kappiningina og Oscarhandanina síðani. Her er alt hvørvisjónir, eisini babylonsku elefantarnir úr langa stummfilminum Intolerance (1916) hjá D.W.Griffith. Elefantarnir, ímyndin av stórlætisørskapi, stóðu á

Seinasti teinurin

Seinasti teinurin er lagdur aftur um bak og í gjárkvøldið komu vit til Sunset Strip í WeHo, West Hollywood í Los Angeles. Útsynið frá morgunmatarborðinum sæst omanfyri. Ávegis higar, steðgaðu vit á pierinum í Santa Barbara og eygleiddu bilar og fuglar, og serliga eitt stuttligt skelti um ikki at fóðra fuglarnar. Beint við matstovuskeltið hevði ein likka sett seg at eta restir. Hvør av øðrum liva má. Og so at hyggja eftir sjáldsamum bilum, einum fólkavogsrugbreyði og einu træ-Fordi, og so skaters á betongi við hættisligum stálkanti, sum tó tyktist rigga væl undir pálmunum fram við strondini. Eftir túrin fram við Kalifornisku strondini vóru vit helst eins svong og likkan á brúnni í Santa Barbara. Av hotellinum á Sunset Boulevard gingu vit yvir um vegin í Saddle Ranch Chop House og fingu ein lítið fotogenan stórbúff aftur við Seven Deadly Zins úr Lodi. Fýra dagar eru eftir av ferðini.

Bit o’ Denmark

Danski staðurin í Kalifornia, Solvang, verður hundrað í ár. Tað var í 1911 at danskir lærarar grundaðu býin í gróðragóðum lendi. Í 75 ár hava tey skipað fyri Danish Days í lítla hugnaliga býnum við teim mongu donsku nøvnunum, ið ikki kunnu annað enn røra eitt føroyskt hjarta, ið kemur á trongd og má bíta í eina reyð-hvíta sambandsvaflu, millum valanna. Inni í handlinum Gaveaesken hitta vit Marianne Larsen, sum gekk á húsarhaldsskúla saman við føroyskum kvinnum í Vejle. Hon giftist til Solvang og hevur búð her í 43 ár. Á bakaravegginum í Solvang stendur øll hin danska kongarekkjan, frá Gormi gamla, um Valdemar Atterdag til Margretu II drotning. Vær stille for Gud stendur yvir inngongdini og faðirvár er endurgivið á donskum í luthersku kirkjuni við Atterdag Road í Solvang. Árini 1914-1951 var Atterdag College í hesum øki. Hurð um hurð við matstovuna Vikinggarden, sum hevur storkin á takinum, selur jødiski Steve Druian bøkur og heilsuvørur. Hann fylgir væl við í