Seinasti teinurin er lagdur aftur um bak og í gjárkvøldið komu vit til Sunset Strip í WeHo, West Hollywood í Los Angeles. Útsynið frá morgunmatarborðinum sæst omanfyri.
Ávegis higar, steðgaðu vit á pierinum í Santa Barbara og eygleiddu bilar og fuglar, og serliga eitt stuttligt skelti um ikki at fóðra fuglarnar. Beint við matstovuskeltið hevði ein likka sett seg at eta restir. Hvør av øðrum liva má. Og so at hyggja eftir sjáldsamum bilum, einum fólkavogsrugbreyði og einu træ-Fordi, og so skaters á betongi við hættisligum stálkanti, sum tó tyktist rigga væl undir pálmunum fram við strondini.
Eftir túrin fram við Kalifornisku strondini vóru vit helst eins svong og likkan á brúnni í Santa Barbara. Av hotellinum á Sunset Boulevard gingu vit yvir um vegin í Saddle Ranch Chop House og fingu ein lítið fotogenan stórbúff aftur við Seven Deadly Zins úr Lodi. Fýra dagar eru eftir av ferðini.