Skip to main content

Bit o’ Denmark



Danski staðurin í Kalifornia, Solvang, verður hundrað í ár. Tað var í 1911 at danskir lærarar grundaðu býin í gróðragóðum lendi. Í 75 ár hava tey skipað fyri Danish Days í lítla hugnaliga býnum við teim mongu donsku nøvnunum, ið ikki kunnu annað enn røra eitt føroyskt hjarta, ið kemur á trongd og má bíta í eina reyð-hvíta sambandsvaflu, millum valanna.





Inni í handlinum Gaveaesken hitta vit Marianne Larsen, sum gekk á húsarhaldsskúla saman við føroyskum kvinnum í Vejle. Hon giftist til Solvang og hevur búð her í 43 ár.





Á bakaravegginum í Solvang stendur øll hin danska kongarekkjan, frá Gormi gamla, um Valdemar Atterdag til Margretu II drotning.





Vær stille for Gud stendur yvir inngongdini og faðirvár er endurgivið á donskum í luthersku kirkjuni við Atterdag Road í Solvang. Árini 1914-1951 var Atterdag College í hesum øki.




Hurð um hurð við matstovuna Vikinggarden, sum hevur storkin á takinum, selur jødiski Steve Druian bøkur og heilsuvørur. Hann fylgir væl við í fótbólti og veit alt um føroyska landsliðið og tey føroysku lið, sum hava spælt móti Ísrael. Eisini um flogferðina hjá franska landsliðnum við einum svenskum flogfari til Føroya. Fleiri ferðir hava vit varnast at er tað nakað, sum úti í heimi er eitt tjóðarsavnandi føroyskt brand, so er tað fótbóltslandsliðið. Og mitt í fótbóltsprátinum leggur Steve Druian fram einasta atlas í bókabúðini – tað hjá Collins, sum skal koma á føroyskum um skamma stund. Verðin, verðin. Ikki er hon stór.




Og meðan tey lýsa við Theatrefest á Copenhagen Drive leggja vit býin Solvang afturum og vóna eina góða politiska reyð-hvíta oktoberfest í Føroyum.