Kevin Scannell við dyrnar hjá Ned Maddrell, sum var hin seinasti at tosa manx gaelic á Isle of Man Kevin Scannell er universitetsprofessari í St. Louis, Missouri í USA. Hann stendur fyri Indigenous Tweets og hevur skrásett bloggarar og tweetarar, sum skriva á upprunamáli. Tá eg varnaðist at hann læs mín blogg og skrásetti, hvat var á føroyskum, og vildi hava meg at týða ensk blogg og tweet orð til føroyskt , nýtti eg høvið at fáa hann á tal um smámál, tweet og blogg. - Mítt akademiska støði er støddfrøði, men í dag undirvísi og granski eg mest í teldutøkni og málfrøði, sigur Kevin. - Seinastu tíggju árini havi eg arbeitt við fremmandum tungumálum, mest smámálum, og í tí sambandi menti eg nakað av ritbúnaði og aðrari útgerð, so smámál lættari kunnu brúka teirra mál álinju. Eg kom inn í hetta arbeiði, tí eg tosi írskt (Gaeilge). Fyri tíggju árum síðani varnaðist eg at mítt mál hevði ikki so frætt sum ein rættstavara, talgilda orðabók, ella onnur amboð, sum eg haldi verða heilt na