“Kann mann ikki siga at hetta er útróðrarrokkur úr Vestmanna?” tutli eg í oyra á Martini Joensen, sum situr undir liðini á mær við runda kaffiborðið mitt á gólvinum í Sjónleikarhúsinum. “Jú, akkurát, og tað er ótrúligt, sum tað hongur nógv heimligt við tónleikinum hjá Kaj, hóast hann hevur búð so leingi niðri,” sigur Martin, sum eins og Kaj er vestmenningur og tónleikari. Hinumegin runda borðið situr Kristian Blak, leiðarin í Tutl, sum gevur út fjórðu og nýggju fløguna hjá Kaj Klein Í Andglettinum.
Hinar útgávurnar hjá Kaj eru Skot (1986), Hálvt frá hálsi (2005) við nýtulkingum av føroyskum klassikarum og úr Maskinrúminum (2007) við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen. Konsertskráin er úr øllum hesum útgávum.
Tað er ein hugnaligur speakeasy stemningur í Sjónleikarhúsinum. Heitt, hóast kalt. Tónleikurin gongur, javnt og stútt, beint úr maskinrúminum. Vit damla seigligan fram við landi, helst í Vestmanna, og trummusláarin heldur skútuni elegant á kós, kínandi, vaggandi. Hevur sett intim-kumpass á stórtrummuna og heldur ljóðmyndini, sum var tað ondini, heilt út undir land, uttan nakrantíð at smildra heildina og renna uppá turt. Framúr framdrift.
Konan, Elin Sofía Smith, hevur gjørt málningin av Kaj í andgletti, sum sæst á myndini omanfyri, mitt á pallinum. Samstundis er málningurin framsíðan á nýggju fløguni.
Í skiftandi ljósi situr Kaj mitt fyri á pallinum og messar við djúpari rødd um bjór og aðrar freistingar í Havn og øðrum býum, sum vit damla framvið. Sangirnir eru úr hansara fýra útgávum og ein sangur frá beiggjanum, Karl Anton, sála. Hálvfjerðs minuttir.
Trummusláarin Søren Poulsen og bassleikarin Henrik Poulsen spæla dagliga saman við Peter Sommer, sum vit kenna frá sanginum um Valby Bakke og sum nú er onnur helvtin av duettini De Eneste To, har hin helvtin er Nephewsangarin Simon Kvamm við ættarbondum úr Gøtu. Og so eru tveir úr størsta danska rokkbólkinum nakrantíð, Savage Rose, Palle Hjort, á orgul og tangentar, og Rune Kjeldsen á guitar. Kórgentur eru Maria Guttesen og Lene Drachmann.
Undan útgávukonsertini í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið, søgdu fyrireikararnir soleiðis um Kaj:
Hóast Kaj Klein kanska ikki er nakað húsarhaldsnavn í Føroyum hevur hann sera tøtt og sterk bond við tónleikalívið í Føroyum. Vit kenna øll hansara djúpu og karráu rødd frá barnafløguni Nósi, har hann syngur Busta tenn og Vestan fyri Mykines og vit kenna hansara melodiska gittarspæl frá perlum sum Sorgblíða Vestmanna frá hansara fyrsta solobandi Skot í 1986. Kaj, sum saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, stóð á odda fyri legendariska undirgrundsbólkinum Plastnoist hevur ríkað føroyska tónleikalívið, bæði við solofløgum og sum studioteknikari og produsari hjá t.d. Mold og maður:glotti. Hann gevur nú sína fjóðru solofløgu út.
Millum konsertgestirnar í Sjónleikarhúsinum vóru meir enn hálv vestmeningurin Niels Uni Dam og fyrrverandi Moldmaðurin og núverandi frontmaðurin í 200, Niels Arge Galán. Umframt handverkarasigarettina á oyranum, sæst klaksvíkingurin Haldur Suni Johansen á niðaru myndini, sum eins og hin fyrra, er tikin í teaturfoyérini.
Sjónleikarhúsið er ein perla, ovast í miðbýnum í Havn. Heit og innbjóðandi, letur hon seg upp. Men oftast stendur hon afturlatin, tóm og køld, henda perlan. Tað skuldi verið ólógligt, hugsi eg meðan eg gangi oman trappurnar av balkongini, har operatørrúmið var og Pauli Olsen ráddi fyri borgum og filmum. Ja, tað skuldi verið ólógligt at latið hetta húsið staðið tómt. Slitið á trappurnar skal takast uppaftur.