Skip to main content

Beatha teanga í a labhairt


Kevin Scannell við dyrnar hjá Ned Maddrell, sum var hin seinasti at tosa manx gaelic á Isle of Man

Kevin Scannell er universitetsprofessari í St. Louis, Missouri í USA. Hann stendur fyri Indigenous Tweets og hevur skrásett bloggarar og tweetarar, sum skriva á upprunamáli. Tá eg varnaðist at hann læs mín blogg og skrásetti, hvat var á føroyskum, og vildi hava meg at týða ensk blogg og tweet orð til føroyskt, nýtti eg høvið at fáa hann á tal um smámál, tweet og blogg.

- Mítt akademiska støði er støddfrøði, men í dag undirvísi og granski eg mest í teldutøkni og málfrøði, sigur Kevin.


- Seinastu tíggju árini havi eg arbeitt við fremmandum tungumálum, mest smámálum, og í tí sambandi menti eg nakað av ritbúnaði og aðrari útgerð, so smámál lættari kunnu brúka teirra mál álinju. Eg kom inn í hetta arbeiði, tí eg tosi írskt (Gaeilge). Fyri tíggju árum síðani varnaðist eg at mítt mál hevði ikki so frætt sum ein rættstavara, talgilda orðabók, ella onnur amboð, sum eg haldi verða heilt natúrlig og grundleggjandi. So eg setti mær fyri at skapa nøkur av hesum amboðum. Eg kom skjótt eftir at tøkniliga tilgongongdin, eg brúkti, lættliga kundi førast yvir á onnur tungumál, ið ikki eru so kend, og nú er júst henda uppgáva vorðin mítt dagliga starv, burturav. At forrita er ein stórur partur av arbeiðinum, men nakað av tíð fer eisini til lobbyarbeiði yvir fyri stjórnum og ráðum, samskipanum og heimasíðum, alt samalt í eini roynd at fáa skapt betri kor fyri smámálum úti í heimi.

- Tá tú bloggar ella tweetar, er tað tá sum málfrøðingur, heldur enn at vilja samskifta uppá Nokiamátan, connecting people?

Eg má viðganga at eg var ívasamur, um miðilin Twitter yvirhøvur kundi brúkast at blása nýtt lív í eitt avmarkað og kanska hótt tungumál, tá eg fór undir Indigenous Tweets verkætlanina. Mítt grundsjónarmið er púra broytt, nú eg má sanna, at Twitter er eitt framúr amboð at loysa upp fyri teim málsligu forðingum, ið fáa fólk at aftra seg at brúka móðurmálið álinju. Í fleiri samfeløgum læra ung fólk teirra arvaða mál, heritage language, sum annað mál, second language. Hetta er heilt vanligt millum amerikanska upprunafólkið, har meirlutin av teim, ið tosa málið raðið, eru eldri enn fjøruti, og sum nýbyrjarar kenna seg ótrygg at skriva á henda nýggja hátt. Men á Twitter kunnu tey brúka orð ella vendingar, sum tey duga frammanundan, samstundis sum hesin óformligi samskiftismátin merkir, at tey ikki skulu taka sær tykni av skeivari stavseting og øðrum feilum. Á írskum siga vit "beatha teanga í a labhairt", ið merkir at eitt mál livir, so sum tað verður talað. Tað týdningarmesta er at fáa fólk at brúka málið á ein náturligan hátt í teirra dagligdegi. Einasta, sum eg saknaði, var ein sambindingarliður millum fólk, ið tweetaðu á ymsu málunum. Tí var tað, at eg fann uppá The Indigenous Tweets project.

- Hvat tungumál ert tú mest bilsin av í The Indigenous Tweets verkætlanini?

Helst er tað Ojibwe (Anishinaabemowin) málið, sum er eitt upprunamál, ið verður talað har norðuri í USA og sunnarlaga í Kanada. Tað eru einans 50.000 á lívi, sum duga málið, og higartil hevur málið ikki verið sjónligt álinju. Har er hvørki Wikipedia, ella umsettur ritbúnaður. Men eg skilti skjótt, at tey hava eina livandi kjakmentan, har fleiri fólk leggja seg eftir at brúka málið á Twitter, bæði tey, ið tosa málið raðið og nýbyrjarar.

Her sæst eitt dømi: http://indigenoustweets.com/oj/



Millum hesi eru @barbaranolan og @jpmontano, sum standa fyri nýskapandi mállærutænastuni Barbaranolan, og @TeddyMakwa, sum hevur skrivað fleiri enn 3000 tweets á upprunamálinum.


Spurdur um, hvussu hann sær framtíðina hjá bloggarum og tweetarum í tíðinda- og sussimeldrinum í globalu bygdini, svarar Kevin Scannell:

Vinfólk míni, sum fáast við Rising Voices, plaga at brúka vendingina citizen media, altso ein borgaramiðil, tá vit tosa um bloggar, tweets, crowd-sourced tíðindi og so framvegis. Eg haldi at borgaramiðlar av tílíkum slag eru millum fremstu amboð hjá smáum tungumálum, sum ikki hava orku, ella handilsligar møguleikar, tí tey eru so avmarkaði, at halda vanligum miðlum gangandi, so sum prentaði dagbløðum og tíðarritum. Heilt ítøkiliga havi eg eygleitt hetta á mínum egna írska máløki. Tað plagdi at vera eitt dagligt tíðindablað, sum varð prentað í Belfast í fleiri ár, men sum frá leið bleiv tað tyngri at reka og tað fór so á húsagang. Mánaðirnar eftir húsagangin fóru blaðfólkini at skriva egnar bloggar og lýstu viðkomandi hendingar og tíðindi tann vegin, til dømis Concubhar Ó Liatháin, sum hevur ein praktfullan blogg, iGaeilge , og Eoghan Ó Néill, sum skrivaði An Druma Mór, sum hevur fingið innnivist á tíðindaportalinum Nuacht24.


Í týðingararbeiðnum fyri Kevin Scannell kom fram, at øll, hann hevur havt samband við, høvdu trupult at týða enska hugtakið trending.

- Á írskum siga vit "I mbéal an phobail", sum á enskum kann sigast "In the mouth of the people", ið er tað sama sum vox populi, tí sipað verður til kjakevni, sum eru frammi beint nú og tí verða tey nógv brúkt á Twitter. Og tað løgna var at á donskum bleiv sagt globale trends.

Á føroyskum skeyt eg fyrst upp aktuell kjakevni, síðani beint nú og at enda, tá eg hoyrdi írsku útgávuna, fólksins rødd. Og so bleiv. Føroysku heitini fer Kevin nú at leggja inn í eitt Tweet forrit, so kanska fer føroyskt at tweeta, floygt, um hválvið í komandi tíðum. Livst, so tweetst!